Lurta
05.02.2021

Heilsumyndugleikarnir lítismeta, at sjúk og veik verða koyrd afturum í bíðirøðini!

Í innslagi í D&V hóskvøldið 4. februar greiddi Lis Eklund frá, hvussu sera avbyrgd dótturin Bára hevur verið, síðan koronasmittan kom til landið, hvussu tey øll ganga í støðugum ótta fyri smittuni, og hvussu stóran mun tað hevði gjørt fyri Báru og alla familjuna, bleiv hon koppsett. Bára hevur fjølbrek, býr á røktarbústaði, og tolir als ikki at fáa smittuna. Hon er sostatt ein av teimum, sum hoyra til bólk 2 í koppsetingarætlanini, og sum tí sambært ætlanini eiga at verða koppsett sum skjótast. Bára og fleiri við henni, ið eru sjúk og veik, eru nøkur av teimum, ið gjalda hægsta prísin, nú sóttin herjar. Tey hava livað meira og minni í sóttarhaldslíknandi støðu síðan síðsta vár. Hetta er tungt, fleiri blíva bæði kropsliga og sálarliga illa fyri, og bæði tey sjálv og teirra avvarðandi líða undir støðuni.

Nú tað er komið fram, at avlopsskamtar av vaksinu eru givnir til leiðslustarvsfólk á sjúkrahúsinum og onnur, sum av tilvild vóru nærhendis, og ikki teimum, sum eru næst í røðini, undrast vit yvir avgerðina hjá sjúkrahúsverkinum. Vit kunnu ikki trúgva annað enn, at talan er um eitt stórt mistak, ið annaðhvørt byggir á væntandi ráðlegging, manglandi innlit í støðuna hjá teimum, ið eru sjúk og veik, ella kanska bæði.              

Men gjørt er gjørt, skamtarnir eru brúktir, og Bára og fleiri við henni bíða enn eftir tørni. Men hetta, ið fór fram í bíðirøðini ger, at tey kenna seg gloymd og niðurraðfest av heilsumyndugleikunum, og standa spyrjandi. Vit høvdu vænta, at leiðslan á sjúkrahúsverkinum, ella ovasta politiska leiðsla, ið varðar av økinum, kom við eini góðari frágreiðing, og helst eisini eini umbering fyri, at tey veiku og sjúku í hesum førinum vórðu yvirsædd og lopin um. Og ikki minst, kom við eini trygd fyri, at nú verður rættað inn, soleiðis at koppingarætlanin verður fylgd frameftir. Men nei. Landsstýrismaðurin í Heilsumálum vil ikki gera viðmerkingar til KVF um hesa koppingarraðfestingina. Men í tíðindaskrivi og samrøðu við FM1 letur Landsstýrismaðurin okkum vita, at hetta er í fínasta lagið! At øll kunnu gera mistøk, eisini sjúkrahúsleiðslan, og at talan “bert” er um eini 100 fólk sum fingu avlopskoppsetingar, harav tey flestu allíkavæl skuldu koppsetast skjótt, sambært koppsetingarætlanini.

Nei, Kaj Leo Holm Johannesen, Landsstýrismaður í Heilsumálum. Hetta er ikki í lagið! Tað, sum er farið fram er fullkomiliga virðisleyst yvir fyri teimum, sum eru sjúk og veik, og sum næstan ikki hava haft samband við heimin uttanfyri sínar fýra veggir, síðan korona farsóttin byrjaði. Tað kann gott vera, at talan “bert” var um nøkur fá, sum komu framum í bíðirøðini, men hvør dropi av koppseting er dýrabarur hjá teimum, sum tørva hann mest, og hvør dagur telur.

Tá ein avvarðandi traðkar fram, og er ørðkymlað og stúrin um støðuna, so er tað minsta, vit kunnu vænta, eitt virðiligt aftursvar frá myndugleikunum, sum greitt gevur teimum vissu fyri støðuni frameftir. At KVF varpar ljós á hetta málið og setir spurnartekin við, at fólk verða koppsett uttan um planløgdu koppsetingarskránna, síggja vit ikki sum eina “pallseting av KVF av vaksinuætlanini, har úrslitið er givið frammanundan” soleiðis sum Landsstýrismaðurin í Heilsumálum orðar tað á sínum FB vanga. Tey vísa á ein skeivleika, sum er farin fram, og lýsa veruleikan, sum fleiri sjúkir og veikir borgarar í landinum liva í, og teirra ørðkymlan um, at myndugleikarnir svíkja, og harafturat tykjast at halda tað vera í lagið, at tey blíva koyrd afturum í bíðirøðini.

Vit kunnu als ikki góðtaka, at myndugleikarnir tykjast at hava so lítla virðing fyri Báru og øðrum í hennara støðu, at slík mistøk bara verða kveistrað av borðinum og lítismett.  

Aftur
Stuðla Gerst limur