Lurta
08.03.2021

Víðari í skúla eftir summarfrítíðina? Søk inn á serbreyt ella Rásina

Serbreytin

Serbreytin er eitt miðnámsskúlatilboð til tín, ið ikki megnar at fylgja undirvísingini í vanligu miðnámsskipanini. Undirvísingin er bygd á læruætlan, sum er gjørd til tín, á tí stigi, sum tú megnar. Dentur er lagdur á, at tú kemur at klára teg í dagliga lívinum, lærir ymiskt bókmentaligt og/ella listaligt, teldunýtslu og handaligt arbeiði. Tær stendur eisini í boði at menna sosialar, yrkisligar og persónligar førleikar, treytað av tørvi tínum.

Á serbreytini eru vanligu upptøkukrøvini til miðnám ikki galdandi, og verður miðað eftir serligum serbreytarprógvi, sum byggir á OCN-skipanina (Open Collage Network).

Við einum serbreytaprógvi hevur tú ognað tær førleika at søkja inn á lærupláss, starvsvenjingarstøð, arbeiðspláss ella aðra viðkomandi útbúgving.

Umsóknarfreistin er 15. mars, og er møguligt at søkja inn á serbreytina á:

Glasir: https://www.glasir.fo/breytirnar/serbreyt/

Miðnám á Kambsdali: https://kambsdalur.fo/serbreyt/

Tekniska Skúla í Klaksvík: https://tsk.fo/um-serbreytina/

Rásin

Um eftirskúli hóskar betur til tín, er Rásin eitt frálíkt tilboð. Endamálið við eftirskúlanum er, at tú fært ment tínar førleikar, so at tú eftir lokið skúlaskeið kanst liva eitt so sjálvstøðugt lív sum møguligt.

Undirvísingin tekur støði í persónligum virksemisætlanum við serligum atliti til praktiskt arbeiði á skúlanum, heilsugóðar kostvanar og rørslu. Hetta, fyri at økja um tilvitan av sjálvbjargni.

Umsóknarfreistin er eisini 15. mars, og til ber at søkja inn á Rásina á:

https://rasin.fo/skjol/

 

Aftur
Stuðla Gerst limur