Lurta
03.03.2021

Nú er Mýran farin av bakkastokki

Í gjár varð fyrsta flagið til nýggja sambýlið, sum skal byggjast á Mýrini í Hoyvík, loyst. Tað var Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, ið loysti flagið. Undir hennara lið stóð Tórur í Puntabyrgi, ið er ein av teimum mongu, ið er spentur uppá byggingina. 

Nýggja sambýlið kemur at hava 18 lítlar búeindir, sum verða eitt sindur ymiskar í stødd og snið. Allar hava egið baðirúm. Tríggjar sjálvstøðugar eindir verða í húsunum. Tvær sambýliseindir til fólk, ið hava tørv á støðugt at hava starvsfólk um seg, og ein eind, har fólk skulu vera meira sjálvbjargin. 

Hetta er fyrsta sambýlið nakrantíð, ið vit byggja í miðstaðarøkinum til fólk við menningartarni. Tá Eirargarður varð bygdur fyri meira enn 40 árum síðan vóru tað danskir myndugleikar, ið stóðu fyri byggingini. Hetta sæst eisini aftur í langa bíðilistanum eftir bústaði í økinum.

Vit gleðast um, at byggingin er farin av bakkastokki. Um alt gongur sum ætlað, so er klárt at flyta inn síðst í 2022.

Aftur
Stuðla Gerst limur