Lurta
19.03.2021

Altjóða Down Syndrom dagur er sunnudagin 21. mars 2021

Javni og føroyski Down Syndrom bólkurin ynskir í hesum sambandi at bjóða øllum til eina hugnaliga løtu á Reinsarínum í Havn frá kl. 15-17. Jórun Mai Smith bjóðar vælkomin, Jórun Poulsen, mamma, fer at siga nøkur orð, og Rógvi B. Dam undirheldur við gykli og skemti. Møguleiki er at fáa sær bláar negl og andlitsmáling, eins og Myndaboks kemur at taka myndir. Afturvið bjóða vit ein góðan drekkamunn og okkurt søtt til góman. Vit vóna at NÓGV fólk koma framvið.

Nú er aftur tíð at fara í litfagrar, óparaðar hosur og smyrja neglirnar bláar! Í Føroyum ganga vit so væl ílatin, at hosurnar eru ikki so sjónligar, so tí hava vit tikið tað til okkum at mála neglirnar bláar ístaðin – ella afturat. Hetta gleðast vit um, tí tað verður gjørt fyri at stuðla degnum – ein dagur har vit leggja dent á, at fólk við Down Syndrom hava eins góðan rætt til lívið sum øll onnur, og hava tey eisini somu rættindir í samfelagnum sum øll onnur.

Við slagorðinum #CONNECT ynskir altjóða Down Syndrom dagurin í ár at seta fokus á týdningin av at hava samband við onnur.

Eftir eitt løgið ár, har tað hevur verið ein avbjóðing at vera saman við okkara kæru, er tað sera viðkomandi at hyggja at, hvussu vit tillagaðu okkum hesa avbjóðing. Fyri fólk við Down Syndrom hevur tað verið eyka avbjóðandi at hildið samband við umheimin, tí tey eru í einum vandabólki, og er tað tí týdningarmikið at vit minnast til at tryggja sambinding og leggja dent á, at øll við Down Syndrom skulu hava møguleika at vera saman við øðrum og luttaka á jøvnum føti við onnur. Nú korona koppsetingin er í gongd, síggja vit eina vón fyri framman. Vit gleða okkum at sleppa at savnast aftur til tiltøk, veitslur og samveru annars við okkara nærmastu. Vit gleða okkum til ein vanligan gerandisdag aftur!

So kom á Reinsaríið og fá tær bláar negl, ein drekkamunn og okkurt søtt afturvið, og ver saman við okkum fyri at markera DS dagin. Tiltakið, ið er ókeypis, er sunnudagin 21. mars, kl. 15-17.

Skrá:

Kl 15.00                     Jórun Mai Smith bjóðar vælkomin

Kl 15.00-17.00          Andlitsmáling og Myndaboks

Kl 15.15                     Jórun Dánjalsdóttir, mamma, røðar

Kl 16.00                     Rógvi B. Dam gyklar

Møguleiki er eisini at ogna sær nýggja yrkingasavnið hjá Elini Løkin, "Vakrasta stað", fyri 150,00 kr.

 

Um Down Syndrom dagin
21. mars er altjóða Down Syndrom dagur, og eru tann dagin ymisk tiltøk runt um í heiminum, ið hava til endamáls at varpa ljós á og kunna um Down Syndrom. Í 2011 fekk dagurin formliga viðurkenning frá ST. 

Tað verður mett at umleið 7 milliónir fólk í heiminum hava Down Syndrom. Eingi tøl eru fyri hvussu nógv eru í Føroyum, men sum ein tummilsregla verður eitt barn føtt um árið. Down Syndrom skyldast einum eyka kromosomi, oftast kromosom nr. 21, og uppstendur hetta tíðliga í móðurlívi. Ein veit ikki hví hetta kemur fyri. Við rætta stuðli kunnu fólk við Down Syndromi hava eitt vanligt gerandislív eins og øll onnur. 

Meira um dagin er at finna á heimasíðuni hjá World Down Syndrom Day www.worlddownsyndromeday2.org. 

 
 

Vegna Javna & Down Syndrom bólkin

Marjun Lüzen, tlf 514827 & Ása Dánjalsdóttir, tlf 512600

 

 

Aftur
Stuðla Gerst limur