Lurta
19.03.2021

Elin Løkin leggur fram sítt fyrsta yrkingasavn

Sunnudagin 21. mars, kl. 15 - á altjóða Down Syndrom degnum - fer Elin Løkin at leggja fram sítt fyrsta yrkingasavn í Skótahúsinum í Runavík. Savnið hevur heitið: "Vakrasta stað", og er tað Sprotin, ið gevur út. Á kápuni skrivar forlagið:

“Elin Abrahamsdóttir Løkin er fødd 6. februar 1986. Hon býr í Saltangará. Henni dámar væl at brodera, tekna og mála, og henni dámar væl at yrkja og syngja. Elin skrivaði sínar fyrstu yrkingar í 2015. Hon yrkir um tað, sum fyllir løtuna. Yrkir um sínar tankar um mál, ið leika á, um skapanina, um næstringar. Mamman hjálpir henni við at seta yrkingarnar upp. Stundum hugleiðir Elin um tað at vera menniskja og um lívið. Stundum letur hon tilveruna í ævintýrkendan hugaheim.”

Skráin fyri framløguna er hendan:

  • Jóannes S. Hansen spælir á harmoniku
  • Elin A. Løkin bjóðar vælkomin
  • Sprotin greiðir frá yrkingasavninum
  • Yrkjarin lesur úr yrkingasavninum
  • Martin Joensen spælir tríggjar av sínum egnu sangum
  • Kára Løkin sigur nøkur orð um tilgongdina við savninum
  • Borgarstjórin heilsar savninum og yrkjaranum
  • Elin Løkin takkar fyri løtuna

Skótarnir við Løkin bjóða kaffi og okkurt afturvið, og yrkingasavnið "Vakrasta stað" verður við høvi selt fyri kr. 150,00.

Javni ynskir Elin Løkin hjartaliga til lukku við flotta yrkingasavninum. 

Aftur
Stuðla Gerst limur