Lurta
14.04.2021

Dýrabiðidagslega á Zarepta 2021

Zarepta boðar á teirra heimasíðu frá, at legan fyri fólk, ið bera brek, saman við familju og hjálparfólkum teirra, í ár verður skipað sum dagslega millum kl. 11 - 19.

Veljast kann millum dýrabiðidag, fríggjadagin 30. apríl, ella leygardagin 1. mai. Talið av luttakarum verður avmarkað hvønn dagin, og koronutilmælini verða hildin.

Tilmelding til annan av døgunum skal sendast við telduposti til brek@zarepta.fo frá 15. apríl. Kostnaðurin fyri hvønn er 250 kr, og upphæddin skal flytast á kontu 6460-156.666.2.

Á skránni verður sangur, andakt, søga, spæl, svimjing, konsert umframt døgurði og nátturði. Um ivamál eru, kunnu fólk ringja á telefon 504544.

Aftur
Stuðla Gerst limur