Lurta
16.04.2021

Studningur úr Minningargrunni Louis Zachariasens

So er aftur tíð at søkja studning úr Minningargrunni Louis Zachariasens, sum Javni umsitur.

Endamál grunnsins er:

  • At stuðla fólki við menningartarni og avvarðandi teirra
  • At veita ískoytisstuðul til skeiðvirksemi í Føroyum og uttanlands
  • At veita ískoytisstuðul til serligar ferðir innan- og uttanlands

Stuðul er treytaður av, at umsøkjarin er limur í felagnum Javni.

Umsóknarblað kann heintast HER ella á skrivstovuni.

Umsóknir skulu stílast til ”Minningargrunnur Louis Zachariasens” og sendast til skrivstovuna hjá Javna í seinasta lagi fríggjadagin 14. mai 2021.

Aftur
Stuðla Gerst limur