Lurta
27.04.2021

Hevur tú hug at bjóða teg fram til ein av nevndarsessunum í Javna?

Ert tú avvarandi hjá, ella hevur tú beinleiðis umsorgan fyri persóni, sum hevur menningartarn? Brennir tú fyri, at fólk við menningartarni og øðrum avbjóðingum hava góð kor í samfelagnum? So átti tú kanska at bjóða teg fram til ein av nevndarsessunum hjá Javna.

Tveir nevndarlimir standa fyri vali, umframt ein tiltakslimur. Tey verða øll vald fyri eitt tvey ára skeið.

Týdningarmiklasta kvalifikatiónin til nevndarsessin er, at tú tekur undir við okkara grundsjónarmiðum og meinar, at øll skulu hava møguleika út frá egnum fortreytum at ávirka sítt egna lív:

  • Hvørt einstakt fólk er serstakt. 
  • Øll – uttan mun til brek – hava sama rætt til lívið. 
  • Fólk við menningartarni hava sama virði og somu grundleggjandi tørvir og rættindi sum onnur. 
  • Øll hava rætt til góð lívskor og tryggleika. 
  • Øll skulu hava møguleika at samskifta við onnur og at verða møtt við virðing. 
  • Øll skulu hava møguleika út frá egnum fortreytum at ávirka sítt egna lív. 
  • Øll hava rætt til góða og fjølbroytta menning eftir egnum fortreytum. 
  • Samfelagið hevur skyldu at veita hvørjum einstøkum tann stuðul, honum tørvar. 

Sambært viðtøkunum, so skulu formaður og minst 2 nevndarlimir vera foreldur ella næstringar hjá fólki við menningartarni. Í starvsnevndini sita fimm nevndarlimir, og tveir tiltakslimir. Vit hava nevndarfund einaferð um mánaðan, har vit viðgera aktuel mál. 

Um tú heldur, at hetta er nakað fyri teg, so ert tú hjartaliga vælkomin at boða okkum frá í seinasta lagið mikudagin 28. apríl.

Eg gloymdi at siga, at arbeiðið í nevndini er sjálvboðið - lønin er gleðin við at kunna gera ein mun :-) 

Aftur
Stuðla Gerst limur