Lurta
08.05.2021

Kom við í 50-ára føðingardag hjá Javna!

Javni verður 50 ár, og hetta fara vit at hátíðarhalda við einum stórum útitiltaki á Vaglinum í Havn leygardagin 15. mai, har ØLL eru boðin við. Ætlanin varð sjálvandi at hava eina stóra føðingardagsveitslu á degnum, men hava vit valt at bíða við henni til í heyst. Vit gleða okkum at síggja tykkum har.

Skráin fyri dagin verður henda:

14.00

Skrúðgonga frá Javna skrivstovuni oman á Vaglið. Ballónir og klapparar verða deildir út frá skrivstovuni, hornorkestur og íspeglar eru við í gonguni.

15.00

Javni, Spyr Meg og løgmaður bera fram røðu

15.30

Vit bjóða kaffi, kaku og annað gott. Ælabogin spælir.

16.00

Tónleikur - Danny og Ingi, Magni Christiansen og Hallur Joensen

17.00

Liðugt

Aftur
Stuðla Gerst limur