Lurta
27.06.2021

Vit mugu fáa virðilig viðurskiftir á brekøkinum undir verkfalli

Fakfeløgini eru øll á gosi, nú landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum hevur tikið stig til at arbeiða fram ímóti eini skipan, ið skal tryggja teir mest hjálpartørvandi borgararnar, tá verkfallsstøður eru. Tey síggja hetta sum eina hóttan mótvegis teirra verkfallsrætti.
 
Vit síggja tað harafturímóti frá einum heilt øðrum sjónarhorni, og fegnast um, at stig endiliga eru tikin til at fáa skil uppá økið. Vit hava leingi eftirlýst virðiligum viðurskiftum á brekøkinum undir verkfallsstøðum, og at partarnir á arbeiðsmarknaðinum seta seg saman og finna eina loysn. Serliga hevur okkara økið verið rakt tá Pedagogfelagið hevur verið í verkfalli, og tað hava tey verið tríggjar ferðir seinastu nýggju árini. Sum er verða okkara limir áhaldandi brúktir sum jarnbrot í stríði millum partarnar, og tað kunnu vit als ikki góðtaka. Hetta stríðir ímóti øllum mannarættindum, og sømir seg lítið fyri eitt framkomið samfelag.
 
Tey, sum sum hava stóran hjálpartørv, eru bert ein lítil partur av tí stóru myndini, og tað er undir alt lágmark av øllum pørtum at lata tey svíða mest undir ósemjum. Ikki bara einaferð, men aftur og aftur. Tá tað ber til í okkara grannalondum at finna semjur, og verja sínar mest útsettu borgarar undir verkfalli, so eigur tað eisini at bera til í Føroyum.
 
Vit heita tí á partarnar um saman at finna eina loysn uppá hetta, soleiðis at vit fáa tíðarhóskandi og menniskjalig viðurskifti á økinum. Hetta skal gerast í friðartíð, so løtan er nú. Sjálvandi kostar tað báðum pørtum at gera slíkar semjur, men hetta má og skal fáast uppá pláss. Vit mugu bara ikki enda í hasi primitivu støðuni aftur. 
 
Vit biðja ikki um at alt brekøkið skal friðast og undantakast, men vit góðtaka ikki, at okkara limir ganga í støðugum ótta fyri verkfalli, og ferð eftir ferð eftir ferð skulu svíða nógv meira enn onnur. Teimum má tryggjast ta mest grundleggjandi hjálpina, og at tey ikki verða koyrd út heimanífrá, tá verkfall er. 

 

Myndin er av sambýlinum í Blikagøtu í Runavík, har fólk við menningartarni og fjølbreki leiga. Myndin er lánt av heimasíðuni hjá Almannaverkinum.

Aftur
Stuðla Gerst limur