Lurta
07.09.2021

Tilmelding til Gullveitsluna tann 2. oktober.

Gullveitslan hjá Javna verður leygardagin 2. oktober í Dansifrøi.

 

Sum nógv av tykkum vita, kunnu vit í ár hátíðarhalda, at tað eru 50 ár siðani, at Javni varð sett á stovn. Vit høvdu í hesum sambandi eitt stórt tiltak á Vaglinum í mai við skrúðgongu, røðum, kaku og tónleiki. Nú kunnu vit so endiliga seta veitsluna á skrá.

 

Tann 2. oktober, kl. 17.00, ynskja vit at bjóða tykkum ØLLUM í Dansifrøi til Gullveitsluna, har vit fara at hugna okkum saman við góðum mati, felagssangi, røðum, undirhaldi og dansi.

 

Kostnaður

 

Vaksin

 

Limir í Javna kr. 400,-

 

Ikki limir í Javna kr. 500,-

 

Børn og ung

0-9 ár ókeypis

10-16 ár kr. 200,-

 

Fylgjarar

kr. 200,-

 

Tilmelding

 

Tilmelding til veitsluna fer fram hjá Javna við at ringja 208090 ella við telduposti til skriv@javni.fo. Vinaliga upplýs okkum navn, bústað, um tú ert koyristólsbrúkari, og um tú ert limur í Javna. Lat okkum eisini fáa at vita, um tað er matur, ið tú ikki tolir. Um tú hevur tørv á fylgjara, skal nummarið á fylgjarakortinum eisini upplýsast.

 

Gjaldið fyri veitsluna skal flytast á konto nr. hjá Javna á 6460-153.962.2 og minnist til at viðmerkja ‘veitsla + navn’.

 

Tekning til veitsluna skal gerast í seinasta lagi 24. september.

 

Vit gleða okkum til eitt hugnaligt og stuttligt kvøld saman við tykkum. 

 

 

Aftur
Stuðla Gerst limur