Lurta
02.11.2021

Gullveitslan 2. oktober 2021

Leygardagin tann 2. oktober varð Gullveitslan hjá Javna hildin í Dansifrøi.

Veitslan var sjálvandi merkt av, at Javni í ár kann hátíðarhalda sín 50 ára føðingardag. Nógv var gjørt burturúr pyntingini har gullið gekk aftur í ballónunum, borðpyntinum og blómunum; fotografur tók myndir av teimum festklæddu gestunum; Hotel Hafnia borðreiddi leskiliga 3-rættaða matskrá; góðar røður og festligt undirhald var undir borðhaldinum, og fingu  Flemming & Vinmenn øll upp á dansigólvi eftir borðhaldi. Eisini høvdu vit myndaboks, ið var sera væl umtókt. Ein frálík veitsla! Hjartaliga takk til tykkum øll, ið vóru við til at gera veitsluna so góða.

Her eru nakrar góðar myndir frá veitsluni, sum James Currie Photography og Sára J. Petersen hava tikið :)

Aftur
Stuðla Gerst limur