Lurta
07.01.2022

Hugskotskapping!

Spyr Meg nevndin skal hava egið búmerki, og verður tað tí bjóðað til hugskotskapping um nýggja búmerkið.

 

Spyr Meg er ein nevnd undir Javna, har fólk við menningartarni koma til orðanna. Tað eru fýra nevndarlimir í Spyr Meg, ið sjálvi hava menningartarn, og koma tey saman einaferð um mánaðin at viðgera viðkomandi og mál og spurningar eins og innkomnir fyrispurningar. Nýggja búmerkið skal lýsa nevndina og teirra virksemi.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin at senda inn uppskot, og fær vinnara uppskotið eitt Havnarkort á 3.000 kr.

 

Javni og Spyr Meg tilskilja sær rættin til at velja annað uppskot enn eitt av teimum innkomnu uppskotunum.

 

Uppskot skulu sendast til javni@javni.fo og viðmerkja “Hugskotskapping”. Freistin er fríggjadagin tann 28. januar 2022, kl. 12.00.

 

 

 

 

Aftur
Stuðla Gerst limur