Nú er aftur tíð at søkja í víðari skúla eftir summarfrítíðina!
Serbreytin
Serbreytin er eitt miðnámsskúlatilboð til tín, ið ikki megnar at fylgja undirvísingini í vanligu miðnámsskipanini. Undirvísingin er bygd á læruætlan, sum er gjørd til tín, á tí stigi, sum tú megnar. Dentur er lagdur á, at tú kemur at klára teg í dagliga lívinum, lærir ymiskt bókmentaligt og/ella listaligt, teldunýtslu og handaligt arbeiði. Tær stendur eisini í boði at menna sosialar, yrkisligar og persónligar førleikar, treytað av tørvi tínum.
Á serbreytini eru vanligu upptøkukrøvini til miðnám ikki galdandi, og verður miðað eftir serligum serbreytarprógvi, sum byggir á OCN-skipanina (Open Collage Network).
Við einum serbreytaprógvi hevur tú ognað tær førleika at søkja inn á lærupláss, starvsvenjingarstøð, arbeiðspláss ella aðra viðkomandi útbúgving.
Umsóknarfreistin er 15. mars, og er møguligt at søkja inn á serbreytina á:
Glasir: https://www.glasir.fo/breytirnar/serbreyt/
Miðnám á Kambsdali: https://kambsdalur.fo/serbreyt/
Tekniska Skúla í Klaksvík: https://tsk.fo/um-serbreytina/
Miðnámsskúlin í Suðuroy: https://midnam.fo/serbreyt/