Lurta
10.03.2022

Støðan hjá fólki við menningartarni í Ukraine er ring - okkara systirfeløg biðja um hjálp

Nú kríggj er í Ukraine, er støðan hjá teimum, sum bera brek, serstakliga ring. VGO-koalition, sum er meginfelag við 118 lokalfeløgum fyri fólk við menningartarni í Ukraine (NGOs), og Inclusion Europe, sum er europeiska meginfelagið, royna at samskipa hjálpina til familjurnar, og tey heita inniliga á sínar europeisku vinir um at hjálpa, har tey kunnu. Bæði við at gera vart við støðuna, og við at lata pening.      

Sambýlir í krígsherjaðu økjunum eru stongd, øll tænasta er steðgað, og fólk við menningartarni eru flutt heim til familju at vera. Vit hoyra dagliga, at túsundavís av fólki flýggja úr landinum undan bumbuálopum. Men hjá fleiri av teimum, sum bera brek, er ógjørligt at flýggja til tryggari økir ella at koma sær í bumbuskýlir. Familjurnar liva tí í stórum vanda, og hava trupult við at fáa til vega vanligar neyðsynjarvørur.

Inclusion Europe sigur á teirra heimasíðu, at 100% av doneraða peninginum fer beinleiðis til at hjálpa borgarum í Ukraine við menningartarni og teirra familjum, so tey kunnu fáa mat, vatn, heilivág, tilfar til reinføri og heilsurøkt og aðrar vørur, sum teimum tørvar.

Meira enn 261 túsund fólk í Ukraine hava menningartarn. Nú fleiri lond taka ímóti fólki, sum flýggja undan krígnum, vóna vit, at serlig tilbúgving er til reiðar at taka ímóti teimum, sum bera brek. Hetta er eisini ein áheitan til okkara egnu myndugleikar og stovnar um at hava hendan málbólk í huga, nú flóttar koma til Føroyar

Vit vita, at fleiri av okkara limum hugsa nógv um støðuna hjá teimum í Ukraine, sum hava menningartarn, og onkur hevur vent sær til okkara við umbøn um at hjálpa teimum, um vit kunnu. Javni vil fegin hjálpa, og hava vit tí meldað okkum til flóttahjálpini hjá Reyða Krossi, sum er eitt netverk av sjálvbodnum, hvørs endamál er at veita stuðul, hjálp og vegleiðing til flóttafólk, ið koma til Føroyar. 

Her kanst tú lesa meira um støðuna hjá borgarum við menningartarni í Ukraine. Í upptøku frá netfundi við Inclusion Europe greiður forkvinnan í VGO-Koalition frá ringu støðuni í landinum. Hon greiðir frá á enskum.

Javni er limur í Inclusion Europe, sum hevur 78 limir í 39 londum í Europa.

Her er leinkja, har tú kanst lata pening til hjálpararbeiði fyri fólk við menningartarni í Ukraine og teirra familjur.

Aftur
Stuðla Gerst limur