Lurta
21.03.2022

Altjóða Down Syndrom dagur 2022

Í dag er altjóða Down Syndrom dagur, og spyrja vit í ár “Hvat merkir inklusión?”.

 

Sáttmáli sameindu tjóða um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek (Breksáttmálin), sum Løgtingið samtykti í 2009, skal tryggja at fáa fólk, ið bera brek, fullvegis og virkið at verða við í og verða tikin upp í samfelagið. Í stuttum merkir hetta, at øll skulu hava møguleika at luttaka í samfelagnum á jøvnum føti.

 

Tíverri er veruleikin ein annar, og vísir tað seg, at fólk við Down Syndrom og breki annars ikki hava fulla og náttúrliga inklusjón í samfelagnum í dag. Hví tað enn er soleiðis, nú vit skriva 2022, er ilt at siga, men kann ein orsøk vera manglandi felags forstáilsi fyri, hvat inklusjón merkir, eins og inklusjón ikki verður hugsað inn í politiskar og samfelagsligar skipanir og hugsanir.

 

Tí vilja vit í Javna heita á tykkum øll at hugsa um, hvat inklusjón merkir fyri tykkum. Hvat merkir hetta í tykkara gerandisdegi, sum tá tit eru til arbeiðis, í skúla, eru til frítíðaraktivitetir ella saman við familju og vinum. Hava tit nakrar forðingar, ella er nakað, ið forðar fyri, at tit kunnu luttaka á jøvnum føti við onnur? Lat okkum fáa hesa inklusjón inn í okkara hugsan og hugburð sum nakað heilt náttúrligt. Á hendan hátt gerast vit ríkari bæði sum samfelag og einstaklingar :) 

 

 

Aftur
Stuðla Gerst limur