Lurta
05.04.2022

Tit mugu ikki skerja umlættingina – hon eigur lívið í familjunum!

Í fíggjarlógini fyri 2022 er ein sparing á góðar 5 mió. kr. í trivnaðartænastum í Almannaverkinum. Sum skilst í svari hjá Sólvit Nolsø, landsstýrismanni í almannamálum til grein 52 spurning frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, skulu ætlaðu sparingarnar í Almannaverkinum serliga ganga út yvir umlættingina, sum verður enn meira skerd í summarferiuni. Harafturat metir Landsstýrismaðurin, at tað verður neyðugt at skerja umlættingina yvirhøvur.
 
Fyri tey, sum kanska ikki vita hvat umlætting er, so er tað ein skipan, har tann sum ber brek, kann vera heimanífrá í eitt styttri tíðarskeið. Almannaverkið hevur nakrar stovnar runt um í landinum, sum veita hesa tænastu. Har eru starvsfólk, ið avloysa foreldrini í nakrar dagar so familjan fær ein glotta, har tey kunnu gera ‘normal’ ting, sum aðrar familjur helst taka sum givið. Ella bara fáa luft og gera einki. 
 
Á fundi við Landsstýrismannin herfyri greiddu vit netup frá, hvussu trupult tað mangan er at fáa gerandisdagin at hanga saman við øllum teimum eyka uppgávunum, og hvussu týdningarmikil ein vælvirkandi umlætting er fyri tær familjurnar, har ein familjulimur ber brek.
 
Tað er ovurstórur tørvur á bústøðum og tænastum annars til fólk við avbjóðingum í landinum, og okkara skipan byggir tí í alt ov stóran mun á at tey avvarðandi skulu traðka til – dag sum nátt. Árið runt. Eingin avspáking, eingin feria, og eingin kjansur at siga upp. Hetta gera tey allar flestu eisini fegin og eftir førimuni - so leingi tey orka. Uppgávan kann tó vera sera krevjandi, og tað eigur lívið í fleiri familjum at tað ber til at fáa umlætting í styttri tíðarskeið.
 
Vit tora ikki at hugsa tankan, at meira verður lagt á familjuna, og hvørjar avleiðingar tað kann fáa.
 
Grundgevingina í svarinum til grein 52 spurningin, at sparingin er “ein  liður  í  at  fáa  eina  javnari  tænastu  um  alt  landið” skilja vit slettis ikki – hvat meinar Landsstýrismaðurin við? At vit eiga at taka lægsta felagsnevnara, og seta markið fyri tænastum har? Vit vita væl, at fleiri avvarandi hava tørv á meira umlætting sum er, og at fólk koyra uppá pumpurnar. Men meinar Landsstýrismaðurin, at vit hava ov mong avvarandi, ið saman við starvsfólkunum á umlættingarstovnunum klára uppgávuna OV væl? Skulu vit troyta orkuna hjá hesum avvarandi meira effektivt?
 
Vit skilja als ikki hesa raðfesting, og heita inniliga á politisku skipanina um at endurhugsa ætlaðu sparingina. Hon kann fáa sera keðiligar avleiðingar fyri familjurnar, ið hava serligar avbjóðingar.  

Mynd: In.fo

Aftur
Stuðla Gerst limur