Lurta
14.06.2022

Spyr Meg nevndin á fundi við uttanríkis- og mentamálaráðharran

Nevndin í Spyr Meg var tann 8. juni á fundi við landsstýrismannin í Uttanríkis- og Mentamálum, Jenis av Rana, og aðalstjóran Poul Geert Hansen. Endamálið við fundinum var at heilsa upp á landssýrismannin og aðalstjóran, og gera vart við nøkur viðurskiftir, ið tey halda skal betrast á skúla- og útbúgvingarøkinum fyri fólk við menningartarni, eins og spurt varð um framtíðarætlanirnar á økinum.

 

Sum tað fyrsta vístu tey á, at aldursmarkið at søkja inn á serbreytirnar er 25 ár. Hetta er óheppið, tí at tað eru fólk, ið vóru eldri enn 25 ár, tá tilboðið kom, ið høvdu ynskt at sloppið á serbreyt. Spyr Meg fekk at vita, at tað stendur hvørki í nakrari kunngerð ella lóg, at aldursmarkið skal vera 25 ár, men stendur tað bert í námsætlanini, og burdi tað tí ikki verið nakað til hindurs fyri at strika hetta. Eisini komu tey inn á, at tað er komið eitt serbreytar tilboð afturat, nú ein serbreyt er komin í Suðuroy, ið vit fegnast um. Nú er tískil møguligt at søkja inn á serbreyt á Kambsdali, Tórshavn, Klaksvík og Suðuroy.

 

Spyr Meg vildi eisini vita, hvussu gekk við útbyggingini av Rásini – ein útbygging, ið hevur verið longi í umbúna - og fingu tey at vita, at nú fór okkurt at henda heilt skjótt. Verkætlanin er liðugt prosjekterað, og eru tey nú í gongd við at søkja um byggiloyvið. Um nakrar vikur verður verkætlanin boðin út. Um alt gongur, sum tað skal, verður útbyggingin liðug um 2 ár, og verður næmingatalið á Rásini tá tvífaldað frá 7 til 14 næmingum.

 

Spyr Meg vísti síðani á, at tað vísir seg at vera ringt at fáa eitt starv, tá tey eru liðug á serbreytini. Tað eru sjálvandi nógvar orsøkir til hetta, men kann ein orsøk vera, at arbeiðsplássini ikki kenna tey. Tí hugsa tey, at um tey høvdu fleiri praktikk møguleikar, meðan tey gingu á miðnámi, kundu tey fáa fleiri starvsroyndir, og starvsplássini lærdu tey at kenna. Tað var semja um, at hetta var eitt øki, sum kundi gerast meira við. Landsstýrismaðurin vísti eisini á, at tað manglaði arbeiðsmegi allastaðni, so tí burdi tað verið upplagt, at fingið øll út á arbeiðsmarknaðin.

 

Sum tað síðsta varð spurt inn til framtíðarútlitini á økinum, og vóru landsstýrismaðurin og aðalstjórin á einum máli um, at avbjóðingin við at finna praktikkpláss til fólk við serligum tørvi, meðan tey gingu á serbreytini, var nakað, ið teir fóru at hyggja nærri at.

 

Aftur
Stuðla Gerst limur