Lurta
11.08.2022

Hækkið eisini hámarkið fyri inntøkumiss

Í ólavsøkurøðuni herfyri segði Løgmaður, at hámarkið fyri barsilsgjaldið skal hækka, og hesum arbeiðir Vinnumálaráðið nú við. Loftið fyri útgjaldið er í løtuni kr. 25.000 um mánaðin, og upphæddin hevur verið óbroytt seinastu 18 árini.

Sama hámark er eisini á útgjaldinum til foreldur, ið fáa endurgjald frá Almannaverkinum fyri inntøkumiss vegna barn, ið er sjúkt ella ber brek, og upphæddin hevur verið óbroytt síðan skipanin bleiv sett í verk í 2009. Hetta merkir, at alt ímeðan lønir og útreiðslur annars eru nógv hækkaðar í tíðarskeiðnum, so er fíggjarliga støðan nógv versna hjá teimum, ið av onkrari orsøk noyðast at vera heima við sínum barni í styttri ella longri tíðarskeið. Fyri hvørt ár etur virðismissurin seg inn á upphæddina, og minni fæst burturúr. Harafturat ávirkar hetta eisini eftirlønina, tí bert lógarkravda eftirlønin verður rinda av gjaldinum. Hetta er í løtuni 8%, ímeðan tað eftir flestu sáttmálum á arbeiðsmarknaðinum liggur um 15%.

Javni hevur fleiri ferðir gjørt vart við, at upphædin eigur at fylgja prís- og lønarhækkingum í samfelagnum annars, men politiskt hevur man valgt einki at gera við hetta. Nú politiska skipanin ásannar tørvin á at bøta um fíggjarliga smeitin hjá foreldrum av at fáa núverandi alt ov lága barsilsgjald í eitt ár, so vænta vit, at sama fatan er galdandi fyri tey foreldur, sum í løtuni fáa sama alt ov lága inntøkumiss – ofta í meira enn eitt ár.

Tað er altíð ein fyritreyt fyri at fáa endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku, at allir aðrir møguleikar eru troyttir fult út. Sostatt er hetta ikki ein støða, ið foreldur kunnu velja, men heldur noyðast at velja. Sambært heimasíðuna hjá Almannaverkinum er í løtuni talan um 84 fólk, sum fáa inntøkumiss vegna barn, ið ber brek. 76 kvinnur og 8 menn. Hvussu lutfallið er millum tey, ið fáa partvísa og fulla veiting er ikki upplýst, men givið er, at fyri nøkur foreldur er støðan soleiðis, at veitingin er einasta loysn í áravís. 

Eins og barsilsgjaldið er ógvusliga afturútsiglt í mun til kostnaðarstøði í landinum, so er veiting vegna intøkumiss ikki minni afturútsiglt, og Javni vil enn einaferð staðiliga heita á Landsstýrismannin í Almannamálum um at fara undir tilgongdina at hækka hámarkið fyri inntøkumiss til foreldur, ið ikki fáa verið á arbeiðsmarknaðinum vegna barn við sjúku ella breki. Hesar familjurnar eru enn meira fíggjarliga afturútsigldar av at veitingin er fryst.

Aftur
Stuðla Gerst limur