Lurta
27.10.2022

Javni og Parasport bjóða til ráðstevnu um heilsu og menningartarn

Tað eru ongin føroysk tøl, ið lýsa heilsustøðuna hjá fólki við menningartarni, men vísa tøl aðrastaðni frá, at hesin málbólkurin í miðal hevur ein livialdur, sum er 14,5 ár styttri enn onnur, og at tey hava størri títtleika av lívsstílssjúkum. Tí taka Javni og Parasport Føroyar í felag stig til hesa ráðstevnu, ið setur fokus á heilsustøðuna hjá fólki við menningartarni. Vit ynskja at seta gongd á nøkur góð og konstruktiv kjak um júst hetta økið, ið kunnu verða við til at økja um vitanina og tilvitanina hjá okkum øllum, og kunnu geva íblástur til eitt sunt lív.

Tær áhugaverdu og viðkomandi framløgur, ið vera á degnum, eru m.a. um rørslu, eitt evni, ið Magni Mohr, professari, fer at tosa um; Heilsugóður kostur - ein mannarættur! framløga hjá Snorra Patursson, kostfrøðingi; Anni Sørensen, forkvinna í LEV, fer at greiða frá 'Sundhedstjek', ið tey hava ført inn í Danmark; Bergur Debes Joensen, prestur og formaður í Etiska ráðnum fer at hugleiða um tann etiska spurningin og avbjóðingarnar, ið starvsfólk og avvarandi standa við; og Monika Mohr frá Fólkaheilsuráðnum, fer at tosa um týdningin við góðari sálarligari heilsu. Dagurin endar við einum paneli. Óluva Zachariassen er orðstýrari. 

Nærri skrá kemur seinni.

Tiltakið er alment og vóna vit, at øll, ið varða av hesum øki, seta tíð av til hesa ráðstevnu. Tiltakið er ókeypis. 

Freistin at melda til er mánadagin tann 7. november.

Meldað til her

Aftur
Stuðla Gerst limur