Lurta
18.11.2022

Spyr Meg nevndin fingið búmerkið!

Fyrr í ár góvu vit út eina hugskotskapping í sambandi við at Spyr Meg nevndin skuldi hava búmerki. Nógv góð uppskot komu inn, og valdi nevndin at lata Nudlavirkinum uppskotini at brúka sum íblástur til eitt búmerki. Trý uppskot vórðu brúkt sum íblástur og varð vinningurin tí deildur í trý. Forkvinnan í Spyr Meg, Herdis Johannesen, var í dag úti á serbreytini á Glasir og Verkstaðnun Vón og handaði hepnu vinnarunum hvør sítt Havnakort á 1000 kr. Eisini vórðu pennar deildir út, sum hava nýggja, flotta Spyr Meg búmerki á.
Vinnararnir vóru: Rani Vang og Axel Ibarra Gisladóttir, ið ganga á serbreytini á Glasir - Axel var tíverri ikki í skúla í dag - og Sunleif Feldballe Hammer, sum starvast á Timburdeildini á Verkstaðnum Vón.

Aftur
Stuðla Gerst limur