Lurta
14.12.2022

Javni fingið stuðul til kanningarverkætlan

Vit fegnast um, at Granskingarráðið hevur játtað 148.000 kr. í stuðli til eina verkætlan hjá Javna um arbeiðsmarknaðin og menningartarn. Hetta er fyrsta játtanin frá nýggju stuðulsskipanini 'Arbeiðsmarknaðurin frameftir' ið skal stuðla kanningum og gransking, sum yvirskipað fara at gagna arbeiðsmarknaðinum frameftir. 

Hóast vit seinastu árini hava fingið fyriskipanir, ið kunnu slóða fyri einum virknum arbeiðslívi hjá fólki við skerdum arbeiðsførleika, so er okkara varhugi, at verandi skipanir ikki lofta okkara málbólki í nóg stóran mun. Okkara hugs (hypotesa) er, at pláss er fyri betringum, soleiðis at fleiri høvdu kunna komið í starv á vanliga arbeiðsmarknaðinum.

Endamálið við kanningini er tí at fáa til vega vitan, sum kann verða grundarlag fyri møguligum tillagingum av verandi skipanum, og/ella víðari gransking av økinum. Í kanningini vilja vit serliga hyggja eftir lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk (2012), og hvussu fyriskipanir í lógini virka í praksis í mun til okkara málbólk. Vit vilja taka støði í málbólkinum, sum hevur gjøgnumført serliga skipaðu miðnámsútbúgvingina (serbreyt), sum er eitt miðnámsskúlatilboð fyri tey, ið ikki megna at taka eina miðnámsútbúgving eftir vanligum treytum.

Verkevnið væntast at hava áhuga, bæði út frá einum samfelagsligum og frá einum sosialum sjónarhorni. Samfelagsliga, tí vit hava tørv á so nógvum virknum hándum á arbeiðsmarknaðinum sum gjørligt, og sosialt, tí tað at hava ein virknan og innihaldsríkan gerandisdag er ein týdningarmikil partur av lívinum hjá okkum menniskjum, við ella uttan menningartarn. 

Vit takka Granskingarráðnum fyri játtanina, og gleða okkum at fara undir verkætlanina.

Mynd úr Javnaálmanakkanum 2019: Hildur Óluva Fríðborg Staksá til arbeiðis í Býlingshúsinum undir Brúnni.  

Aftur
Stuðla Gerst limur