Lurta
03.01.2022

Álmanakkamyndir 2022

Álmanakkin 2022 er ein føðingardagsálmanakki, har vit hátíðarhalda, at vit fylla 50 ár!

 

Nógv er broytt seinastu 50 árini, og kunnu vit í dag ikki ímynda okkum eitt samfelag, har fólk, ið hava menningartarn, ikki eru ein sjálvsagdur partur – tað hevur tó ikki altíð verið soleiðis, og vilja vit við hesum álmanakkanum vísa á tær broytingar, ið eru farnar fram í samfelagnum, síðani Javni varð sett á stovn.

 

Tær festligu myndirnar, ið prýða álmanakkan, eru frá 50 ára hátíðarhaldinum, sum vit høvdu tann 15. Mai, og lýsa tær ein væleydnaðan dag, har fokus var á Javna, og har vit áttu Vaglið. 

Aftur
Stuðla Gerst limur