Lurta
13.03.2023

Altjóða Down Syndrom dagur 21. mars

21. mars er altjóða Down Syndrom dagur, og eru tann dagin ymisk tiltøk runt um í heiminum, ið hava til endamáls at varpa ljós á og kunna um Down syndrom. Dagurin varð fyrstu ferð hildin í Føroyum í 2013.

Altjóða er evnið fyri dagin hesaferð "With Us Not For Us". Við hesum heitir rørðslan á øll, um at virða rættindini hjá menniskjum, sum hava Down syndrom, og at arbeiða SAMAN VIÐ teimum fyri at tryggja fulla luttøku í samfelagnum. Vit skulu burtur frá at arbeiða FYRI fólk - vit skulu arbeiða SAMAN VIÐ.

Slagorðið fyri føroyska tiltakið er #Mínrødd. Við hesum skal ljós varpast á røddina hjá borgarum við Down syndrom, og at tey hava rætt til eitt mál, eina rødd, og at verða hoyrd.

Í ár verður dagurin hildin við stórum tiltaki í skúlanum við Ósánna í Klaksvík. Tiltakið byrjar kl. 16 við barnaundirhaldi. Kl. 16.30 setur borgarstjórin í Klaksvík, Karl Johansen, dagin. Eisini verður myndaframsýning, tónleikur og okkurt til góman. Kl. 17.10 verður spennandi fyrilestur við norska filmsleikaranum Svein André Hofsø, ið sjálvur hevur Down syndrom. Svein hevur verið við í fleiri filmsverkætlanum, millum annað filminum 'Detective Downs' frá 2013. Dagurin endar við sofapráti.

Skrá

kl. 16.00  - Rógvi Dam, barnaundirhald
  - Andlitsmáling og neglalakk 
  - Myndaboks letur upp
kl. 16.30 - Setan av Down syndrom degnum, Karl Johansen
  - Myndaframsýningin letur upp
kl. 16.40 - Tónleikur v/Páll Brim
  - Ábit
kl. 17.10 - Fyrilestur v/Svein André Hofsø
kl. 17.30 - Sofaprát v/Ragnhild Ellingsgaard

 

Meira um dagin er at finna á facebooksíðuni hjá Down Syndrom degnum Altjóða Down Syndrom Dagur

Her er ein filmur, sum er gjørdur til dagin

 

Um Down Syndrom

Tað verður mett at umleið 7 milliónir fólk í heiminum hava Down Syndrom. Eingi tøl eru fyri hvussu nógv eru í Føroyum, men sum ein tummilsregla verður eitt barn føtt um árið. Down Syndrom skyldast einum eyka kromosomi, oftast kromosom nr. 21, og uppstendur hetta tíðliga í móðurlívi. Ein veit ikki hví hetta kemur fyri. Við rætta stuðli kunnu fólk við Down Syndromi hava eitt vanligt gerandislív eins og øll onnur. 

Aftur
Stuðla Gerst limur