Lurta
13.04.2023

Familjuvikuskiftið á Hotel Norð á Viðareiði 16-18. juni

Javni fer aftur í ár at bjóða til eitt familjuvikuskiftið, ið er ætlað familjum, sum hava eitt barn í aldrinum 0-14 ár við einhvørjum breki. Tiltakið verður vikuskiftið 16-18. juni, og hesaferð vera vit á Hotel Norð á Viðareiði. Vit fáa alt hotellið fyri okkum sjálvi, har gisting, matur, fyrilestur, hugni og upplivingar fyri alla familjuna er íroknað prísinum. Eisini er møguleiki at leiga hitapott. Evnið á leguni og skrá kemur seinni.

Pláss er fyri um 10 familjum, ið verða deild í 17 kømur, harav tvey kømur eru koyristóls vinalig. Kostnaður fyri alt tiltakið er 1.000 kr. fyri hvønn vaksnan, um familjan er limur í Javna, annars 1.500 kr. Børn eldri enn 10 ár gjalda 500 kr. um familjan er limur í Javna, annars 700 kr. 

Tekning hjá Javna á tlf. 208090 ella skriva ein teldupost á javni@javni.fo.

Aftur
Stuðla Gerst limur