Lurta
13.04.2023

Spyr Meg verður 10 ár, og tað skal hátíðarhaldast! :)

Tann 4. mai eru tað 10 ár síðani, at Spyr Meg varð sett á stovn. Og tað skal hátíðarhaldast!!

Tí ynskja Spyr Meg og Javni at bjóða øllum í føðingardagsveitslu leygardagin tann 13. mai, kl. 17, á Skúlaheiminum í Marknagili.

Á skránni verður m.a. matur, sangur, ein dj diskar upp við góðum dansitónleiki, og Myndaboks verður sjálvandi á staðnum. Eisini verður møguligt at síggja Melodi Grand Prix'ið á stórskíggja, har vit vónandi sleppa at heppa á 'okkara' Riley! :) 

Øll, sum plaga at verða við til Javnaveitslu, eru hjartaliga vælkomin á eina eitt sindur øðrvísi Spyr Meg veitslu í ár. Kom við, tí tað verður festligt!

 

Kostnaður

Vaksin

Limir í Javna kr. 350,-

Ikki limir í Javna kr. 500,-

 

Børn og ung

0-9 ár ókeypis

10-16 ár kr. 200,-

 

Fylgjarar

kr. 200,-

 

Tilmelding

Tilmelding til veitsluna fer fram hjá Javna við at ringja 208090 ella við telduposti til skriv@javni.fo. Vinaliga upplýs okkum navn, bústað, um tú ert koyristólsbrúkari, og um tú ert limur í Javna. Lat okkum eisini fáa at vita, um tað er matur, ið tú ikki tolir. Um tú hevur tørv á fylgjara, skal nummarið á fylgjarakortinum eisini upplýsast.

Gjaldið fyri veitsluna skal flytast á konto nr. hjá Javna á 6460-153.962.2 og minnist til at viðmerkja ‘veitsla + navn’.

Tekning til veitsluna skal gerast í seinasta lagi 5. mai.

 

Vit gleða okkum til eitt hugnaligt og stuttligt kvøld saman við tykkum.

Aftur
Stuðla Gerst limur