Lurta
23.05.2023

Ein nýggjur limur í nevndina

Aðalfundurin hjá Javna varð hildin mikudagin 17. mai í MEGD-húsinum. Á skránni var millum annað val til starvsnevndina í Javna og til Spyr Meg nevndina.

Tveir starvsnevndarlimir og ein tiltakslimur stóðu fyri vali í Javna fyri tvey ár. Annika Marr Poulsen tók við afturvali sum nevndarlimur, ímeðan Ása Hansen valdi at takka fyri seg. Fríðbjørg Hammer, ið stóð fyri vali sum tiltakslimur, valdi heldur ikki at stilla upp aftur. Ragnhild Olsen varð vald sum nýggjur nevndarlimur í starvsnevndina, og tíverri stillaði ongin upp sum nýggjur tiltakslimur.  

Til nevndina í Spyr Meg skuldu veljast tveir nevndarlimir og ein tiltakslimur. Meiken S. Olsen og Erla Marr stóðu fyri vali sum nevndarlimir, og Lennart Magnussen stóð fyri vali sum tiltakslimur. Tey stillaðu øll upp aftur, umframt at annað valevni eisini bjóðaði seg fram. Úrslitið av skrivligari atkvøðugreiðslu bleiv, at Erla og Meiken blivu valdar til nevndarlim og Lennart til tiltakslim.

Forkvinnan, Fía Petersen, greiddi frá virksemi felagsins í árinum, og roknskapurin varð lagdur fyri aðalfundin til góðkenningar. Ársúrslitið vísir eitt hall á kr. -103.003. Hetta er eitt størri hall enn ætlað, men eru allir kostnaðir farnir upp, so tað fæst minni fyri pengarnar.

Skrivstovan hevur skrivstovutíð týsd-hósd kl. 10-15. Uttanfyri hesar tíðir hevur virksemið verið lagt til rættis eftir tørvi. Javni hevur eisini eina ráðgevingartænastu, har fyrst og fremst limir, men eisini onnur, fáa ráðgeving, vegleiðing og hjálp. Ráðgevin er at hitta týsdagar og mikudagar millum 9 og 14 og annars eftir tørvi. 
 
Ársfrágreiðingin kann lesast her: Ársfrágreiðing fyri 2022

Forkvinnan endaði við at takka teimum, sum valdu at takka fyri seg í nevndini, fyri teirra arbeiði, og ynskja nýggju nevndarlimunum vælkomnum. Harafturat takkaði hon øllum, sum gjøgnum árið hava gjørt teirra til at betra um viðurskiftini hjá teimum, ið hava menningartarn.

Eftir sjálvan aðalfundin hevði kynslívsvegleiðari frá Almannaverkinum sera áhugaverda framløgu um teirra arbeiði, og vísti fram ymisk spøl, bøkur og annað, ið kann verða brúkt í undirvísingini.

Aftur
Stuðla Gerst limur