Lurta
31.05.2023

ENN ERU PLÁSS EFTIR Á FAMILJULEGUNI 16-18 JUNI!

Sum altíð er legan fyri familjur, ið hava eitt yngri barn, ið ber brek. Hvat brekið eitur, er ikki so viðkomandi. Brekini kunnu vera so ymisk, men ofta eru viðurskiftir, ið eru eins fyri familjurnar.

 

Karmarnir vera hugnaliga Hotel Norð, sum liggur í vøkru bygdini Viðareiði. Vit fáa alt hotellið fyri okkum sjálvi. Møguleiki er at leiga hitapott, og eisini er ein góð barr á staðnum við sámiligum prísum, har til ber at hugna sær um kvøldið.

 

Evnið, ið vit hava valt at varpa ljós á hesuferð, er parlagið. Tað kann vera ringt at halda lív í kærleikanum og tí góða parlagnum í einum skundmiklum og avbjóðandi gerandisdegi.

 

Eitt umboð fyri MEA kemur at hava eitt upplegg um, hvussu vit geva parlagnum eitt boost! Eitt tílíkt skeið hjá MEA er typiskt yvir 2 dagar, so 2-3 tímar gevur bert ein lítlan brellbita av sjálvum skeiðnum. MEA lovar tó, at stutta skeiðið kann geva íblástur til at røkja kærleikan, og fáa vit nøkur góð amboð við okkum heim.

 

Meðan foreldrini geva kærleikanum eitt boost, verður skipað fyri ansing av børnunum.

 

Ein sera týdningarmikil partur av vikuskiftinum er, at familjurnar hittast, og hugna sær saman. Vit skapa karmar um at øll, bæði stór og smá, skulu fáa eina góða uppliving.

 

Kostnaðurin fyri alt tiltakið, íroknað gisting, mat o.a., er einans kr. 1.000 fyri hvønn vaksnan, um familjan er limur í Javna, annars kr. 1.500 fyri hvønn vaksnan. Børn 10 ár og eldri gjalda 500 kr.

 

Tekning hjá Javna á tlf 208090, ella við at senda ein teldupost til javni@javni.fo ella skriv@javni.fo.

 

Skráin er hendan:

(broytingar kunnu koma fyri)

 

Fríggjadagur:

-       Tit kunnu tjekka inn, tá tit ynskja

-       Seinnapartskaffi og kaka

-       Dagsins nátturði v/kaffi og te

-       Vit heilsast

-       Hugni

 

Leygardagur:

-       Morgunmatur

-       MEA hevur upplegg

-       Frokostur

-       MEA – framald

-       Møguligt er at leiga hitapott, ganga túr o.s.v.

-       Nátturði v/kaffi og te

-       Kanska onkur lættur hugni fyri tey vaksnu

 

Sunnudagur:

-       Morgunmatur

-       Tjekka út og fráferð

 

 

Vit síggjast! 

 

Aftur
Stuðla Gerst limur