Lurta
08.06.2023

Spyr Meg nevndin takkar fyri

Leygardagin tann 13. mai hátíðarhelt Spyr Meg, at tað vóru 10 ár síðani, at hendan undirnevndin hjá Javna varð sett á stovn.

Og tað varð hátíðarhildið við einari rimmar veitslu! Veitslan var á Skúlaheiminum í Marknagili, har nógv fólk vóru komin saman. Vit fingu lekran mat, høvdu stuttligt undirhald, góðar røður og eftir borðhaldið var sera góður tónleikur við bæði livandi tónleiki og dj. Ein lekkur og rúsfrí barr bjóðaði leskiligar kokkteyls og myndaboksin var sjálvandi eisini sera væl vitjað :) Ein fantastisk veitsla!

Spyr Meg nevndin vil gjarna takka tykkum øllum, ið vóru við til at gera dagin so góðan við góðari hjálp og stuðli. Og ein tøkk til tykkum, ið vóru við til veistluna - gestir, undirhaldarar og starvsfólk - tit hava øll verið við til at givið okkum eina ógloymandi veitslu! Vit fara glað og spent aftur til verka sum nevnd, og gleða vit okkum at gera okkara til at hjálpa og bøta um korini hjá teimum við menningartarni.

 

 

 

Aftur
Stuðla Gerst limur