Lurta
04.07.2023

Yvirlýsing frá várfundinum 2023 hjá Inclusion Nordic

Tá Javni og norðurlendsku systirfeløgini komu saman í Helsinki í apríl, var evnið 'Arbeiðsmarknaðurin og menningartarn'. Hóast ymiskar umstøður og skipanir kundu feløgini semjast um, at tað er alt ov trupult hjá fólki við menningartarni at fáa starv á vanliga arbeiðsmarknaðinum og at verða lønt fyri teirra avrik. Støðan í heiminum í dag ger tað eisini serliga ringt hjá hesum málbólkinum at fáa endarnar at røkka saman. Tí komu feløgini ásamt um at senda út hesa felags yvirlýsing:

Síggið møguleikar í teimum, sum hava menningartarn

Nógv av teimum, sum hava menningartarn, eru í starvi, men fleiri fáa lítla ella onga løn fyri teirra avrik.

Enn eru fleiri bygnaðar- og hugburðsforðingar, ið gera tað trupult hjá hesum málbólkinum at fáa starv á vanliga arbeiðsmarknaðinum.

Harafturat hava flestu teirra, ið hava menningartarn, eina lága inntøku. Serliga í hesum fíggarliga truplu tíðum røkka veitingar nóg illa til húsaleigu, rokningar og lívsneyðugan heilivág.

Tað finnast ymiskar skipanir, sum skulu stuðla fólki við menningartarni í at koma inn á arbeiðsmarknaðin, men kunnleikin til hesar skipanir er ov lítil, og mannagongdirnar ymiskar. 

Grein 27 í ST- sáttmálanum um rættindi einstaklinga, ið bera brek, staðfestir rættin hjá fólki, sum bera brek, at arbeiða á jøvnum føti við onnur.

Eisini tey, sum av ymiskum orsøkum ikki megna at fáa eitt lønt starv, hava rætt til eitt gott virknistilboð.


INCLUSION NORDIC ynskir, at norðurlond:

  •        bæði innan sosial- og arbeiðsmarknaðartænastur arbeiða fyri rættindum og møguleikum hjá fólki við menningartarni at fáa starv á vanliga arbeiðsmarknaðinum.
  •        arbeiða fyri, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum bæði viðurkenna og gagnnýta arbeiðsmegi teirra, sum hava menningartarn.
  •        binda seg til at styrkja og menna individuellar tænastur, ið hjálpa fólki, sum hava menningartarn, at koma sær í starv og at varðveita starvið.
  •        tryggja fólki, sum hava menningartarn, eitt nøktandi fíggjarligt undirstøði. Tí má grundleggjandi fíggjarliga trygdarnetið vera smidligt, og neyðugar tænastur mugu framhaldandi vera kostnaðarleysar.

Yvirlýsingin er samtykt av undirritaðu felagsskapum:

Átak, DUV í Álandi, FDUV, Javni, Lev – Livet med udviklingshandicap, Kehitysvammaisten Tukiliitto, Norsk Forbund for Utviklingshemmede (NFU), Riksforbundet FUB, Spyr Meg, Steg for Steg, þroskahjálp, Udviklingshæmmedes Landsforbund – ULF

INCLUSION NORDIC er norðurlendska samstarv felaganna, ið umboða tey, sum hava menningartarn, og familjur teirra.

Vit virka fyri, at tey, sum hava menningartarn, skulu hava somu rættindir sum øll onnur.

 

Aftur
Stuðla Gerst limur