Lurta
29.08.2023

Kom við til ársins festligasta festival!

Verkhúsið Stíggjur fyllur 30 ár, og skipa tey tí fyri einum kulum tónleikafestivali, har øll eru hjartaliga vælkomin.


Skráin er spekkað við góðum nøvnum, sum Hallur Joensen, Jens Marni Hansen, Signar í Homrun, Trøllapætur og Omman, Magni Christiansen, Herborg Tórkilsdóttir v/ Rakul Petersen og FourMENh. Og verturin fyri dagin verður Tórur "á túri" Mikkelsen. 


Fleiri matvognar vera á staðnum, har mann kann keypa okkurt gott, millum annað ræstkjøtaburgarin, fisk og kips, donuts.

Atgongumerkir kunnu keypast her.

Vit síggjast!

Aftur
Stuðla Gerst limur