Lurta
10.09.2023

Skráin fyri tiltakið tann 11. september í samband við umbering frá donsku stjórnini

Tiltakið tann 11. September í samband við umbering frá donsku stjórnini til tey ið vórður heimansett í árunum 1933-1980.

Skrá (tíðirnar eru vegleiðandi):

kl. 11.00 Sirið Stenberg bjóðar vælkomin og setur tiltakið

kl. 11.10 Enna Garðshorn Mikkelsen, cand. mag. í evropeiskari etnologi, hevur stuttan fyrilestur um sína gransking av niðursendingunum av føroyingum við menningartarni í tíðarskeiðinum 1897 til 1973.

kl. 11.30 Samrøða við Ragnhild Dahl, sum lærdi á Rødbygaard, og var við í tilgongdini tá ið vit í Føroyum tóku okkara heim aftur. Ragnhild hevur arbeitt á økinum alt sítt lív, og fer við sínum orðum at greiða frá hvussu hon upplivdi tíðina tá, og tilgongdina ið hevur verið inntil í dag.

kl. 12.00 Steðgur - Ábit er at fáa í forhøllini

kl. 12.45 Tónleikainnslag Lena Anderssen

kl. 13.05 – 13.25 Umberingin verður stroyma

kl. 13.25 Sofaprát (Sirið Stenberg, Tóra við Keldu (Megd), Fía Petersen (Javni), Teitur Jóannesarson (Eindarleiðari fyri eindina Menningartarn í AV) og Jóhanna Jancyardóttir (Eindarleiðari fyri eindina Virknistænastur í AV)

kl. 14.00 Takk fyri í dag (Sirið Stenberg)


Vertur/orðstýrari: Ragnhild Ellingsgaard

Aftur
Stuðla Gerst limur