Lurta
04.10.2023

Ætlaða broytingin í lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk fer at trýsta ungdómin at søkja fyritíðarpensión

Í sambandi við fíggjarlógaruppskotið fyri 2024 er eitt lógaruppskot í skundi lagt í Tingið um, at ung í vanligum útbúgvingaraldri, sum hava avbjóðingar, ikki skulu hava rætt til stuðulsveiting sbrt. løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk aftrat lestrarstuðlinum. Grundgevingin fyri uppskotinum er, at almenni útreiðsluvøksturin skal tálmast, og at ung við serligum tørvi skulu javnsetast við lesandi, ið ikki hava serligan tørv.
 
Um endamálið við uppskotinum er at javnseta ung við avbjóðingum við onnur ung, so er uppskotið sera illa grundað, og kann als ikki standa einsamalt. Um hetta verður samtykt, so fær tað tí avleiðing, at ung við serligum tørvi netupp IKKI verða javnsett við onnur ung, og vit vilja fara so langt sum at siga, at hetta fær júst øvugtan virknað av grundgevingunum.
 
Flestu næmingar á serbreytunum eru 22 ár og yngri, og búgva heima hjá foreldrunum. Í dag fáa tey eina mánaðarliga upphædd á kr. 3.067 afturat stuðlinum frá Studna, sum er kr. 2.113 (18 ár og eldri) – íalt kr. 5.180. Av hesum skal gjaldast skattur, kringvarpsgjald og gjald til Heilsutrygd, og tað, sum er eftir, er til mat, klæðir, frisør, tannlækna, frítíðarítriv og hvat ung fólk annars nýta pening til. Hetta ætlar Sirið Stenberg skal skerjast til kr. 2.113 um mánaðin!
 
Tað, sum landsstýriskvinnan hevur gloymt at taka við í roknistykkið er, at tey ungu, ið ikki hava serligar avbjóðingar, kunnu hava eitt arbeiðið eftir skúlatíð, og tí kunnu vinna sær til neyðugar útreiðslur og lummapening. Hetta kunnu tey allar flestu, sum hava avbjóðingar IKKI, og upphæddin frá Almannaverkinum kompenserar fyri hetta, og javnsetur hesi ungu við onnur ung.
 
Harafturat er serbreytin eitt 4-ára skúlatilboð, tvs eitt ár longri enn eitt vanligt miðnámsskúlatilboð, og sostatt eitt heilt ár afturat við uppihaldsútreiðslum til foreldrini. Vit vænta, at um hetta lógaruppskotið verður samtykt, so er sannlíkt, at fleiri fara at velja serbreyt frá, tí foreldrini ikki hava fíggjarligt rásarúm til tann møguleikan, og heldur fara at søkja um fyritíðarpensión ella aðra almannaveiting beinanvegin sum 'barnið' verður 18 ár.

Vit síggja í dag, at fleiri av teimum, sum ganga á serbreytunum, enda við at fáa fyritíðarpensión eftir lokna skúlagongd, men endamálið við skúlatilboðnum er netup at tað skal vera eitt arbeiðsfremjandi tiltak, sum roynir at troyta aðrar møguleikar. Í nøkrum førum eydnast tað, men skipanin, sum loftar teimum ungu eftir lokna skúlagongd eigur at styrkjast. 
 
Í løtuni er mánaðarliga veitingin til fyritíðarpensionistar kr. 15.148. Við verandi skipan sparir landið sostatt nógvar túsundtals krónur við at tey ungu ganga fýra ár á serbreyt við stuðli frá Studna og eini lítlari veiting frá Almannaverkinum. Og eydnast tað at útseta ella heilt at sleppa undan eini fyritíðarpensión er hetta eftir okkara tykki eitt win-win fyri allar partar.
 
Hjá Javna eru vit fegin um at serliga skipað miðnám er ein møguleiki hjá okkara ungu, og vit síggja hvussu mennandi tað er fyri næmingarnir – eisini í teimum førum, tá skúlin ikki er ein beinleiðis lopfjøl út á vanliga arbeiðsmarknaðin. Heldur enn at bakka aftur til eina skipan, har fyritíðarpensión er einasti møguleiki fyri at fóta sær fíggjarliga, so meina vit, at landið átti at styrkt og ment møguleikar fyri útbúgving og luttøku á arbeiðsmarknaðinum hjá teimum, ið hava avbjóðingar.
 
Vit taka ikki undir við verðandi lógaruppskoti, sum vit meina er eitt afturstig fyri tey ungu við serligum tørvi og teirra familjur, og fyri landið sum heild.

Lógaruppskotið kann lesast her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10555&fbclid=IwAR2H1sqK1s_51GuJqQF_r0pSA3vmqt6Ci9hj-2eDyueB-IbJGhW_WHEEh7c

Mynd: www.kambsdalur.fo

Aftur
Stuðla Gerst limur