Lurta
05.12.2023

Javnacruise 2024!

Nú er endiliga klárt at tekna seg til Javnacruise, ið verður í døgunum 4-11. august 2024. Vit endurtaka væleydnaða túrin frá 2022 og sigla við Norrønu til Hirtshals, haðani vit koyra við bussi í umleið ein tíma til frítíðardepilin Slettestrand, ið liggur í Fjerritslev við vesturstrond Jútlands.

Feriecenter Slettestrand liggur í friðaligum umhvørvi og bjóðar eina røð av aktivitetum. Tey leggja seg eftir at vera serliga handicapvinalig, bæði tá talan er um atkomu sum heild og luttøku í aktivitetum. Svimjihylur, sauna og fitnessrúm eru gjørd soleiðis, at fólk í koyristóli hava javnbjóðis atgongd, og hetta er frítt at nýta hjá gestunum. Baðistrondin liggur ein stuttan spaseritúr frá deplinum, og har gongur ein trærampa allan vegin oman til sjóvarmálan. Pannukøkukvøld og ‘festaften’ verður á skrá, eins og vit skipa fyri shoppingtúri í økinum.

Vit gista í íbúðum, har pláss er fyri 4-12 fólkum í hvørjari íbúð, og í onkrum føri ber til at hava eyka uppreiðingar, ella leggja íbúðir saman. Fleiri av íbúðunum eru innrættaðar til koyristólsbrúkarar og hava loftslyftir og aðrar hentleikar. Allar máltíðir eru íroknaðar prísin.

Ferðaskrá

Fráferð úr Tórshavn sunnukvøldið 4. august kl. 23.30
Koma til Hirtshals týsmorgunin 6. august kl. 09.30
Fráferð úr Hirtshals leygardagin 10. august kl. 15.30
Koma til Tórshavn sunnukvøldið 11. august kl. 22.30
Í Hirtshals eru bussar ímóti okkum, og fyri ferðandi, ið nýta koyristól, vera sjálvandi bussar, ið klára tí uppgávuna.

Fylgjarar

Ferðandi, ið ikki klára seg sjálvan, mugu hava fylgjara við sær. Prísurin fyri fylgjarar niðanfyri er treytaður av, at ferðandi hava galdandi fylgjarakort frá MEGD. 

Kostnaður

Limir í Javna: kr. 6.750,- fyri hvønn ferðandi. Fylgjarar kr. 3.600,-

Onnur: kr. 7.050 fyri hvønn ferðandi. Fylgjarar kr. 3.900,-

Børn 3-12 ár hálvan prís, yngri enn 3 ár ókeypis.

Íroknað prísin er: Sigling við Norrønu, bussur t/ret til Slettestrand, gisting og allar máltíðir á matstovuni á Feriecenter Slettestrand, seingjarklæðir, handkløð, el-nýtsla, slutreingerð, frí atgongd til svimjihyl, venjingarrúm, aktivitetsrúm og spælipláss. Harafturat eru pannukøkukvøld, dansikvøld og shoppingtúrur til Aalborg við í prísinum. Matur umborð á Norrønu, og aðrar útferðir ella aktivitetir í Danmark eru ikki við í prísinum. 

Tekning til túrin

Freistin at tekna til er 1. mars 2024, tó mæla vit til, at tit tekna tykkum skjótast gjørligt, tí plássini eru avmarkaðið. Øll eru vælkomin, men hava limir í Javna framíhjárætt. Tekningin fer fram á skrivstovuni hjá Javna, og eitt depositum svarandi til 50% av kostnaðinum skal gjaldast beinanvegin. Restin skal gjaldast í seinasta lagið 21. juni 2024. Um avlýst verður áðrenn 4. juli 2024, kostar tað áleið 300 kr., men um avlýst verður eftir 4. juli 2024, verður 50% av fulla gjaldinum afturhildið. Um ein hevur avlýsingartrygging frá øðrum av tryggingarfeløgunum ber til at fáa endurgjald haðani, um umstøðurnar lúka treytirnar. Kunni tykkum um hetta hjá tykkara tryggingarfelag.  

Tekna teg til túrin við at ringja til okkara á tlf 208090, ella við at senda ein teldupost til skriv@javni.fo. 50% av kostnaðinum skal gjaldast inn á okkara konto nr. 6460-153.962.2.

Vinarliga upplýs okkum:

navn
føðingardag
bústað
tlf/teldupostadressu
fylgjarakortnummar, um tú hevur fylgjara við
um tú ert limur í Javna
um tú hevur rørslubrek
um tú ert koyristólsbrúkari
um serlig ynskir eru viðv. gisting umborð ella í DK
 
Tit síggja meira um frítíðardepilin á teirra heimasíðu www.slettestrand.dk.

Tit eru hjartaliga vælkomin at venda tykkum til okkara við fyrispurningum og ynskjum - vit vilja fegin gera túrin so góðan sum til ber :-)

 

Aftur
Stuðla Gerst limur