Systkinabólkur fyri ung!
Ert tú 14-18 ár og hevur eina systur ella ein beiggja, sum er øðrvísi? Hugsar tú onkuntíð, at systurin ella beiggin fyllir nógv? So hava vit tað rætta tilboðið til tín! Javni skipar í næstum fyri einum systkinabólki, har tú kanst tosa við onnur, sum eru í somu støðu sum tú.
Í bólkinum kanst tú:
- Deila upplivingar, tankar og kenslur – ella lurta
- Læra nakað nýtt og fáa ymisk reiðskap at brúka framyvir
- Læra at skilja tína støðu
- Møta øðrum ungum í líknandi støðum
- Fáa eitt frírúm, har tú hevur møguleika at tosa við onnur í somu støðu.
Tað eru Angeli Tindskarð, sálarfrøðingur, og Sólrun Jacobæus, familjuterapeutur, sum fara at leiða bólkin. Tað besta av øllum er, at tá tað er í nátturðatíð, fáa tit eisini okkurt gott at eta.
Systkinabólkurin byrjar 16. apríl, og hittast tit 4 ferðir tilsamans í apríl og mai, kl. 17-18.30. Hvar hetta fer at vera, verður avgjørt seinni, men melda teg til nú, tí tað verður heilt vist læruríkt og gott fyri bæði teg og tína systir ella beiggja.
Tað er ókeypis at luttaka í systkinabólkinum.
Kom og tekna teg til hjá Javna í seinasta lagið 27. mars :)
Hava tit spurningar hesum viðvíkjandi, eru tit hjartaliga vælkomin at seta tykkum í samband við skrivstovuna hjá Javna, tlf. 208090 ella javni@javni.fo. Vit gleða okkum at hoyra frá tær.