Lurta
04.04.2024

Aðalfundurin hjá Javna og ársveitslan verður 4. mai

 AÐALFUNDURIN

verður í bygdahúsinum á Strondum, Fløtuvegur 90, 490 Strendur

 

Leygardagin 4. mai 2024 kl. 15 

 

Skrá sambært viðtøkum felagsins.

 

Starvsnevndarval

Í ár skulu veljast formaður, tvey umboð til starvsnevndina og ein tiltakslimur, ið sita í tvey ár.

Gr. 6, st. 4 í viðtøkunum: Uppskot til formansevni, starvsnevndarlimir og tiltakslimir eins og innkomin mál til aðalfundin skulu vera starvsnevndini í hendi í seinasta lagi 1 viku fyri aðalfundin.

 

Val til Spyr Meg nevndina

Til nevndina í Spyr Meg skal veljast formaður/kvinna, sum situr í tvey ár.

 

ÁRSVEITSLA

Kl. 18.00 verður ársveitslan hjá Javna í bygdahúsinum á Strondum. Sum altíð, verður góður matur, stuttligt borðhald, og dansur. Nærri kunning um veitsluna, prís og tilmelding kemur seinni. 

 

 

Aftur
Stuðla Gerst limur