Aðalfundur og ársveitsla leygardagin 4. mai
Aðalfundurin
Ársaðalfundur Javna verður leygardagin 4. mai 2024 kl. 15 í Bygdahúsinum á Strondum, Fløtuvegur 90, 490 Strendur.
Skrá sambært viðtøkum felagsins.
Starvsnevndarval
Í ár skulu veljast formaður, tvey umboð til starvsnevndina og ein tiltakslimur, ið sita í tvey ár.
Gr. 6, st. 4 í viðtøkunum: Uppskot til formansevni, starvsnevndarlimir og tiltakslimir eins og innkomin mál til aðalfundin skulu vera starvsnevndini í hendi í seinasta lagi 1 viku fyri aðalfundin.
Val til Spyr Meg nevndina
Til nevndina í Spyr Meg skal veljast formaður/kvinna, sum situr í tvey ár.
Tað er ikki neyðugt at tekna seg til aðalfundin.
Ársveitslan
Aftaná aðalfundin, kl. 18, verður ársveitslan í Bygdahúsinum á Strondum. Sum altíð verður góður matur, stuttligt borðhald og góður dansur. Og sjálvandi verður Myndaboks eisini við :)
Kostnaður
Vaksin
Limir í Javna kr. 400,-
Ikki limir í Javna kr. 500,-
Børn og ung
0-9 ár ókeypis
10-16 ár kr. 200,-
Fylgjarar
kr. 200,-
Tilmelding
Tilmelding til veitsluna fer fram hjá Javna við at ringja 208090 ella við telduposti til skriv@javni.fo. Vinaliga upplýs okkum navn, bústað, um tú ert koyristólsbrúkari, og um tú ert limur í Javna. Lat okkum eisini fáa at vita, um tað er matur, ið tú ikki tolir. Um tú hevur tørv á fylgjara, skal nummarið á fylgjarakortinum eisini upplýsast.
Gjaldið fyri veitsluna skal flytast á konto nr. hjá Javna á 6460-153.962.2 og minnist til at viðmerkja ‘veitsla + navn’.
Tekning til veitsluna skal gerast í seinasta lagi 26. apríl.
Vit gleða okkum til ein áhugaverdan og gevandi aðalfund, har vit vóna, at nógv møta. Og so gleða vit okkum sjálvandi til eina hugnaliga og stuttliga veitslu saman við tykkum :)