Takk fyri eina góða Javnacruise :D
Nú er enn ein væleydnað Javnacruise at endað komin!
Norrøna og Slettestrand vóru enn einaferð karmar um ein deiligan túr, har umstøðurnar vóru av tí allarbesta. Umborð á Norrøna var Bingo, livandi tónleikur, pub quiz og heitir pottar - eisini sloppu vit at vitja á brúnni.
Veðrið skikkaði sær fínt í Danmark, og fingu vit nakrar góðar dagar, har vit kundu sita úti og baka pannukøkur, grilla skúmfidusar og snobreyð, sóla okkum á terrassuni, ganga túr oman á stondina, dippa og eta nógvar ísar :D Vit uppplivdu tó eisini nógvan torusláttur og nógv regn, ið var eitt satt upplivilsi í sær sjálvum.
Um kvøldarnar var nógvur dansur - ið vit jú elska - og eisini var møguligt at fylgja við hondbóltinum, nú Danmark kláraði seg so væl til OL.
Svimjihylurin var nógv brúktur, onkur fekk sær massasju, nógv fóru ein túr við hestavogni og so ikki at gloyma shoppingtúrin í Aalborg, har øll komu aftur við fullum posum av klæðum og øðrum góðum.
Tað allarbesta við túrinum var sjálvandi tey góðu fólkini, ið vóru við, sum øll kryddaðu túrin við teirra góða lagi :)
Vit gleða okkum til næsta túr! Spennandi at vita, hvar vit fara tá ;)