Eitt kvøld um verjumál og arv
Hvat er verjumál, og nær er neyðugt við verja? Og hvussu við arvi, tá ein í familjuni hevur menningartarn? Hvussu er lógarverkið skrúvað saman, og átti eg at tikið nøkur serlig stig fyri at tryggja míni nærmastu? Hesar, og fleiri aðrar spurningar hevur tú helst sett tær, um tú varðar av einum, sum hevur menningartarn.
Javni bjóðar til eitt upplýsandi tiltak, har Monica Hjelm Rasmussen, løgfrøðingur og stjóri í Familjufyrisitingini, og Fríða Patursson, løgfrøðingur, fara at kunna um verjumál og um arvalógina og geva innlit í, hvussu tú á bestan hátt tryggjar tíni viðurskiftir, eins og viðurskiftini hjá tínum nærmastu. Tað verður hugt at, hvussu verjumál og arvaráðlegging kunnu vera við til at skapa eina tryggari framtið. Møguleiki verður at spyrja spurningar og fáa greiðu á, hvussu lóggávan kann ávirka tína støðu.
Tiltakið er ætlað avvarðandi og fakfólki og verður hóskvøldið tann 14. november, kl. 19 í MEGD húsinum, Íslandsvegur 10c, 100 Tórshavn. Tað er ikki neyðugt við tilmelding.