Lurta
04.02.2025

Systkinabólkur, 9-14 ár! FULLTEKNAÐ!

Ert tú 9-14 ár og hevur eina systur ella ein beiggja, sum er øðrvísi? Hugsar tú onkuntíð, at systurin ella beiggin fyllir nógv? So hava vit tað rætta tilboðið til tín! Javni skipar í næstum fyri einum systkinabólki, har tú kanst tosa við onnur, sum eru í somu støðu sum tú.

 

Í bólkinum kanst tú:

-       Deila upplivingar, tankar og kenslur – ella lurta

-       Læra nakað nýtt og fáa ymisk reiðskap at brúka framyvir

-       Læra at skilja tína støðu

-       Møta øðrum í líknandi støðum

-       Fáa eitt frírúm, har tú hevur møguleika at tosa við onnur í somu støðu.

 

Tað eru Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur, og Sólrun Jacobæus, familjuterapeutur, sum fara at leiða bólkin. Tá tað er um nátturðatíð, verður eisini okkurt gott til matna :)

 

Systkinabólkurin byrjar 4. mars, og hittast tit 4 ferðir tilsamans í mars og apríl, kl. 16.45-18.15. Hvar hetta fer at vera, verður avgjørt seinni, men melda teg til nú, tí tað verður heilt vist læruríkt og gott fyri bæði teg og tína systir ella beiggja.

 

Tað er ókeypis at luttaka í systkinabólkinum.

 

Kom og tekna teg til hjá Javna í seinasta lagið 24. februar :)

 

Hava tit spurningar hesum viðvíkjandi ella ynskja at tekna tykkum til, eru tit hjartaliga vælkomin at seta tykkum í samband við skrivstovuna hjá Javna, tlf. 208090 ella javni@javni.fo. Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

 

 

Aftur
Stuðla Gerst limur