Lurta
03.04.2025

Nú styttist til Javna-fiesta! :D

Nú eru minni enn 3 vikur, til vit fara til Spania í Javna-fiesta, og gleða vit okkum so nógv til 9 dagar í sól, summar, stuttleika og gaman saman við tykkum! Her koma fleiri upplýsingar um túrin, skrá og týðandi ting at minnast til:

FERÐAÆTLAN:

22. apríl 2025 - RC 7350 Vágar til Alicante, flúgva kl. 09.00 (lenda í Alicante kl. 14.00). 
1. mai 2025 - RC 7351 Alicante til Vágar, flúgva kl. 13.50 (lenda í Vágum kl. 16.50).

N.B.

1.  Vit heita staðiliga á tykkum um at hava tryggingarkort og onnur týðandi skjøl eins væl og møguligan heilivág, yvirlit yvir heilivágin o.a.t.l. í handviðførinum! 
2. Vit mæla tykkum staðiliga til at tekna hóskandi ferðatrygging og avlýsingartrygging hjá tryggingarfelagi tykkara. 
3. Tit fáa ongan ferðaseðil, men skulu bert vísa fram galdandi pass.
 

SKRÁ:

Týsdagur 22/04

Kl. 09.00 (før. tíð)  Flogfar okkara RC7350 flýgur úr Vágum
Kl. 14.00               Flogfarið lendir í Alicante, haðani bussar koyra til Sólorku 
Kl. 16.00               Koma til Albir Garden
Kl. 17.30               Vælkomuløta í Tjaldinum
Kl. 18.00               Framskundaður døgurði
Kl. 20.30-22.30     Hugnakvøld og dansur við Kim og Eyðuni


Mikudagur 23/04

                              Egin tíð
Kl. 16.30-18.00      Futtur í Tjaldinum   
Kl. 20.30-22.30      Hugnakvøld og dansur við Clandestinos 

 

Hósdagur 24/04

Kl. 11.00-12.30      Hugni og rørsla í Tjaldinum
                               Egin tíð 
Kl. 16.30-18.00      Futtur í Tjaldinum
Kl. 20.30-22.30      Hugnakvøld og dansur við Black Glitter


Fríggjadagur 25/04

Kl. 10.30-15.00     Møguleiki at vitja Terra Natura (Tilval og tilmelding - eykakostnaður) 
Kl. 11.00-12.30      Hugni og rørsla í Tjaldinum
                              Egin tíð
Kl. 16.30-18.00     Futtur í Tjaldinum
Kl. 20.30-22.30    Hugnakvøld og dansur við Kim og Eyðuni


Leygardagur 26/04

Kl. 10.30-15.00     Møguleiki at vitja Terra Natura (Tilval og tilmelding - eykakostnaður)
Kl. 11.00-12.30     Hugni og rørsla í Tjaldinum 
                              Egin tíð
Kl. 16.30-18.00     Futtur í Tjaldinum
Kl. 20.30-22.30     Hugnakvøld og diskotek við Gissuri

 

Sunnudagur 27/04

Kl. 09.00-13.00    Útimarknaður í býnum (10 min at ganga frá hotellinum) 
                            Egin tíð
Kl. 20.30-22.30   Hugnakvøld og diskotek við Gissuri

Mánadagur 28/04 – “Appilsindagurin”
Kl. 09.00-12.00   Útferð til plantasjuna at henta appilsinir og pressa okkara egna djús (lið 1)
Kl. 10.15-13.15   Útferð til plantasjuna at henta appilsinir og pressa okkara egna djús (lið 2)
Kl. 11.30-14.30   Útferð til plantasjuna at henta appilsinir og pressa okkara egna djús (lið 3)
Kl. 16.30-18.00   Appilsin-futtur í Tjaldinum
Kl. 20.30-22.30   Hugnakvøld og dansur við Clandestinos
   

Týsdagur 29/04

Kl. 11.00-12.30   Hugni og rørsla í Tjaldinum
                           Egin tíð
Kl. 16.30-18.00   Futtur í Tjaldinum
Kl. 20.30-22.30   Hugnakvøld og dansur við Kim og Eyðuni

 

Mikudagur 30/04

Kl. 11.00             Skrúðgonga gjøgnum Albir
                           Egin tíð
Kl. 16.30-18.00   Farvælløta í Tjaldinum
Kl. 20.30-22.30   Hugnakvøld og dansur við Kim og Eyðuni


Hósdagur 1/5

Kl. 10.50             Bussarnir koyra frá Albir Garden
Kl. 13.50             Flogfar okkara RC7351 flýgur úr Alicante
                           Tað lendir í Vágum uml. kl. 16.45 føroyska tíð

 




 

Aftur
Stuðla Gerst limur