Lurta
29.04.2025

Aðalfundur Javna

Aðalfundur Javna

 

verður í MEGD húsunum, Íslandsvegur 10c, Tórshavn

 

mikudagin 28. mai 2025 kl. 17.30

 

Ábit verður at fáa frá kl. 17. 

 

Skráin er hendan:

1.          Val av fundarstjóra og skrivara

2.          Ársfrágreiðing

3.          Grannskoðaður roknskapur hjá felagnum og grunnum verður framlagdur til góðkenningar.

4.          Uppskot um hesa viðtøkubroyting í grein 6 og 9 A í viðtøkum felagsins

viðv. § 6. Aðalfundur

Nevndin skjýtur upp, at ásetingin § 6, stk. 1, 1. reglubrot, 2. punktum, ið er soljóðandi:

”Fundarstaður og tíð verða lýst í almennum blaði í seinasta lagi 3 vikur fyri aðalfundin.”

 

Verður broytt til hetta:

”Fundarstaður og tíð verða lýst í fjølmiðlunum í seinasta lagi 3 vikur fyri aðalfundin.”

viðv. § 9A Spyr meg

Nevndin skýtur upp, at 2. og 3. reglubrot í § 9A, stk. 2, ið eru soljóðandi:

"Limir verða valdir fyri 2 ár í senn og er afturval loyvt. Formaðurin stendur fyri vali líka ár og hinir báðir nevndarlimirnir ólíka ár, og sum skiftisreglu verða á ársaðalfundinum 2015 valdir tríggir nevndarlimir, formaðurin fyri eitt ár og hinir báðir nevndarlimirnir fyri tvey ár.

Valdur verður ein tiltakslimur fyri tvey ár í senn, og stendur hann fyri vali ólíka ár. Galdandi er skiftisskipan, soleiðis at í 2020 verður tiltakslimur valdur fyri eitt ár."

Verður broytt til hetta:

"Limir verða valdir fyri 4 ár í senn og er afturval loyvt. Val av ávíkavist formanni fyri seg og val av hinum báðum limunum fyri seg fara fram við tvey ára millumbili. Sum skiftisreglu verða teir báðir nevndarlimirnir valdir fyri 3 ár á aðalfundinum 2025 og síðani fyri 4 ár á aðalfundinum í 2028.

Ein tiltakslimur verður valdur fyri 4 ár fyri sama tíðarskeið, sum valskeiðið hjá teimum báðum nevndarlimunum. Sum skiftisregla verður tiltakslimurin valdur fyri 3 ár á aðalfundinum í 2025 og síðani fyri 4 ár á aðalfundinum í 2028."

 

5.          Góðkenna økisnevndarval og val av formanni og 2 nevndarlimum í teirri í § 9A nevndu undirnevndini Spyr meg.

Til nevndina í Spyr Meg skulu veljast tveir nevndarlimir og ein tiltakslimur, sum sita í tvey ár (trý ár um viðtøkurnar verða broyttar sum skotið upp).

6.          Formansval. Er ikki viðkomandi í ár.

7.          Starvsnevndarval

Í ár skulu veljast tvey umboð til starvsnevndina og ein tiltakslimur, ið sita í tvey ár.

Gr. 6, st. 4 í viðtøkunum: Uppskot til formansevni, starvsnevndarlimir og tiltakslimir eins og innkomin mál til aðalfundin skulu vera starvsnevndini í hendi í seinasta lagi 1 viku fyri aðalfundin.

8.          Grannskoðaraval

9.          Møgulig limagjaldsáseting

10.       Ymiskt

Aftur
Stuðla Gerst limur