Lurta

Familjuálmanakkin 2026

Álmanakkin hjá Javna 2026 snýr seg um familju um samveru, nærleika og styrkina í at hoyra til. Í samstarvi við ABC-hugtakið fyri sálarliga heilsu hevur "Spyr Meg" nevndin hjá Javna sett seg í samband við tey, sum eru avmyndað í álmanakkanum, ella teirra avvarðandi, og spurt: Hvussu ert tú virkin? Hvussu ert tú saman við familjuni? Hvat gevur tær gleði og meining í gerandisdegnum? Svarini eru bæði hjartanemandi og inspirerandi og vísa, hvussu ymisk vit eru, men eisini hvussu nógv felags vit hava, tá ið tað kemur til kærleika, samveru og lívsgleði.

Álmanakkin er prýðiligur, og harafturat praktiskur á tann hátt, at upp til fýra familjulimir kunnu eiga sína kolonnu at seta avtalur og merkisdagar í. 

Við at keypa álmanakkan stuðlar tú Javna, felagnum hjá fólki við menningartarni og familjum teirra.

Gevið Gætur! Prísurin fyri at senda ein álmanakka er nógv hækkaður, og kostar tað nú 61 kr. at senda. Hesin kostnaður kemur afturat kostnaðinum fyri álmanakkan, so um hann skal sendast, verður kostnaðurin 211 kr. tilsamans.

Prísur
150.00 kr.