Familjuálmanakkin 2023
„ Vit eru øll líka í teirri sannroynd, at vit eru ymisk.“
Í álmanakkanum hesa ferð fáa vit innlit í gerandisdagin hjá tólv ymiskum føroyingum. Vit ynskja at vísa á, at felags fyri okkum øll er, at vit hava ymisk áhugamál og hava ymiskar avbjóðingar. Saman mynda vit samfelagið, vit hava øll rætt at vera við í samfelagnum og at verða tikin upp í tað.
Álmanakkin er prýðiligur, og harafturat praktiskur á tann hátt, at upp til fýra familjulimir kunnu eiga sína kolonnu at seta avtalur og merkisdagar í.
Við at keypa álmanakkan stuðlar tú Javna, felagnum hjá fólki við menningartarni og familjum teirra.
Prísur
100.00 kr.