Takið serlig corona-atlit til fólk við serligum avbjóðingum
Sambært corona-ráðgevingini hjá Heilsumálaráðnum eru borgarar, ið hava menningartarn og aðrar avbjóðingar, í einum mildum vandabólki, verða tey smittað við COVID19. Henda staðfesting er tó sera breið, og vit mugu hava í huga, at nøkur av teimum hava heilsuligar avbjóðingar, sum serlig atlit mugu takast til. Tey kunnu til dømis hava niðursetta órinsverju ella veik lungu. Hesi fólk mugu vit ansað serliga væl eftir, og gera alt fyri at verja móti smittu.
Hóast tey flestu í málbólkinum kunnu sigast at vera í líknandi vandastøðu sum fólk flest, fáa tey smittuna, so eru ymisk viðurskifti, ið krevja serlig atlit.
Á sambýlum og búfelagsskapum búgva fleiri fólk saman, og fleiri hava tí ikki møguleika fyri at halda seg burtur frá tøttum sambandi við onnur fólk. Í nøkrum støðum hava fólk egna íbúð, og kunnu vera meira fyri seg sjálv. Men flestu búfólk deila wc og bað við onnur, eta í sama køki, og sita í somu stovu. Harafturat hava tey í størri og minni mun ein hjálpartørv ið ger, at starvsfólk eru knýtt at heiminum. Hesi starvsfólk arbeiða í vaktarskiftum, og kann tað tí blíva eitt stórt tal av fólki, ið hevur sína dagligu gongd í heiminum. Harafturat eru tað tey vitjandi, ið kunnu hava sína gongd í heiminum. Í mun til eitt vanligt heim eru møguligu smittukeldurnar tí fleiri. Kemur smittan inn kann tað blíva ein stór avbjóðing at tryggja, at bæði hjálpartørvur og avbyrging eru nøktandi.
Eitt annað, ið vit eisini mugu hava í huga er, at nøkur fólk í málbólkinum kunnu hava truplari við at fylgja vegleiðingunum frá myndugleikunum, og at skilja avleiðingarnar av møguligari smittu. Hesi mugu hava hjálp til at skipa gerandisdagin, so tey ikki útseta seg óneyðuga fyri smittu. Skuldi tað komið hartil, so vildu nøkur eisini haft trupult við at skilja eina karantenustøðu.
Vit heita tí á avvarandi myndugleikar um at gera alt fyri at fyribyrgja smittu á sambýlum, búfelagsskapum, vardum verkstøðum/verkhúsum, og annars allastaðni, har fólk við serligum avbjóðingum hava sína dagligu gongd. Og skuldi smittan komið innum má tilbúgvingin vera klár at lofta støðuni á skynsaman hátt, og uttan at loypa fjáltur á búfólkini.
Avvarandi og onnur mugu eisini hugsa seg eyka væl um, og taka støðuna í stórum álvara. Almannaverkið mælir á teirra heimasíðu til, at eingin vitjar á stovnum hjá Almannaverkinum fyrstu 14 dagarnar eftir tey eru komin aftur úr vandaøkjum. Okkara myndugleikar rokna ikki Danmark uppí vandaøkini, hóast tað hoyrist, at onnur lond gera tað. Nú fólk í hópatali koma til landið úr Danmark, uttan at verða sett í karantenu ella verða smittukannaði, so vóna vit eisini, at tey og teirra familjur taka serlit atlit til okkara málbólk.