Lurta
23.04.2020

At doyggja av korona - uttan at verða smittaður…

Yvirskriftin er lánt av facebookvanganum hjá eini mammu, hvørs vaksni heimabúgvandi sonur hevur serligar avbjóðingar. Nú sonurin mestsum ikki hevur haft nakað at fara upp til síðan miðjan mars, hevur hon sæð hansara lívsneista so líðandi kámast. Sonurin hevur so dánt haft hug til at koma upp úr songini. Onnur foreldur síggja tað sama. Ein sigur frá, at dótturin bara vil hava frið. Ein onnur, at sonurin bert hevur hug at liggja, tímur einki, heldur ikki at vaska sær.

Í kjalarvørrinum av, at vit øll eru á varðhaldi fyri koronasmittuni, lúrir ein annar ósjónligur fíggindi. Hetta er tunglyndi, ið hóttir við at gera sær dælt av støðuni.

Henda tíðin krevur eina heilt serliga styrki frá nøkrum av okkara viðkvæmastu borgarunum. Nógv børn og ung við serligum avbjóðingum hava verið avbyrgd heima, kalendarin hevur verið tómur, og sosial sambond skerd. Ansingartilboð, skúlar og frítíðartilboð hava verið stongd, og gerandisdagurin merktur av nýggjum mannagongdum. Mannagongdum, ið bæði kunnu vera torskildar og ræðandi. Í hesi vikuni lata nøkur tilboð varisliga upp aftur.

Tey, ið búgva í sambýlum og búfelagskapum hava eisini verið avbyrgd, saman við sínum búfelagum. Starvsfólk hava sjálvandi verið til arbeiðis, men undir øðrvísi skipan. Eingin hevur haft loyvi at vitja, ella at fáa vitjan av sínum nærmastu síðan alt landið meira og minni fór í sóttarvarðhald. Fleiri valdu tó at flyta heim til foreldrini, tá koronakreppan rakti. Nakrar búfyriskipanir hava seinastu dagarnar varisliga gloppa dyrnar, men í fleiri støðum heldur avbyrgingin fram til í fyrsta lagi 4. mai. Hetta er í teimum heimum, har okkurt av búfólkunum eru mett at skula verða á serligum varðhaldi, ella har fólk búgva ov tætt saman. Eisini eru vard verkstøð so smátt við at lata upp aftur, men í fyrsta umfari fyri tey, ið búgva fyri seg sjálvan, ella heima hjá familju.

Almannaverkið sigur, at tiltøkini, ið lata upp aftur í hesi vikuni, snúgva seg um at økja lívskvalitetin hjá borgarunum. Vit fegnast um tað, og vóna, at øll skjótt eru 'leyslatin' úr sosialu avbyrgingini. Tað er so ómetaliga týdningarmikið fyri lívsgleðina at hava eitt innihald í lívinum, og at hava nakað at fara upp til.

Í mun til at halda smittuni burtur hava tiltøkini verið sera vælvirkandi, tí tað vit vita, er eingin borgari við menningartarni smittaður. Øll gera eisini sítt besta fyri at gera umstøðurnar liviligar, undir teimum treytunum, sum eru settar. Spurningurin er tó, um nøkur ikki gjalda ein sera høgan sálarligan prís fyri leistin, samfelagið hevur valt. Tey blíva sjúk og illa fyri av korona, uttan nakrantíð at hava møtt smittuni. Vit eiga tí ikki bert at vera á koronavarðhaldi í hesum døgum, men eisini á serligum sálarvarðhaldi. 

Aftur
Stuðla Gerst limur