Lurta
23.06.2020

Tað snýr seg ikki um at fáa framíhjárætt, men um at fáa sama rætt sum øll onnur!

Seinastu dagarnar hava vit hoyrt um sera óheppna hending, har ferðandi hevur fingið ringa viðferð á keiini í sambandi við ferðing við handikappkorti til Suðuroyar við Smyrli. 

Sum skilst, so vórðu básarnir á keiðini í Havn, ið eru avmerktir til handikappbilar, brúktir til onnur akfør, so handikappbilurin varð vístur til vanligu bíðirøðina. Førarin fekk at vita frá einum starvsfólki á keiini, at "tit hava fanin ikki framíhjárætt, um tit hava handikappkort". 

Hetta er ikki gott nokk, og tað er púra burturvið at fólk verða løgd undir at royna at 'snýta' seg til framíhjárættindi við handikappkortinum. Kortið, og tær tænastur, ið kortið eftir ætlan skal geva, er neyðugt fyri at borgarin skal kunna lutaka í samfelagnum. Øll starvsfólk eiga at síggja kortið sum eitt signal um, at borgarin hevur avbjóðingar sum krevja eitt lítið sindur øðrvísi tænastu - ikki fyri at fáa framíhjárætt, men fyri at fáa sama rætt sum øll onnur! Fyri ein ferðandi í situr í koyristóli ella er illa gongdur er tað til dømis alneyðugt, at bilurin kemur at standa nærhendis lyftini umborð á einum skipi, tí annars sleppur hann ella hon ikki úr bilinum. Og av trygdarávum er ikki loyvt at sita í bilinum undir sigling. Tað sigur seg sjálvt, at bilurin ikki kann standa í somu kø sum øll onnur, fyri at tað skal lata seg gera at leiða hann á rætta stað umborð. Og tað er í okkara verð sjálvsagt, at handikappbilar sleppa undan at bíða og sita kleimd ímillum aðrar bilar á keiðini í tímavís, uttan møguleika at sleppa út.Tað kunnu vera øll møgulig heilsulig viðurskifti sum gera júst tað sera trupult, og tað skal absolutt ikki vera neyðugt hjá tí ferðandi at forklára støðuna. Kortið eigur at siga nokk.    

Hetta mugu avvarandi myndugleikar gera betur. Strandferðslan, kommunurnar ella aðrir myndugleikar mugu á banan og syrgja fyri at hesi viðurskifti eru í ordan. Vit hava øll ábyrgd fyri, at skapa eitt samfelag, har øll hava somu møguleikar. Eisini til at ferðast innanoyggja. Handikappbásar mugu verða til ALLAR leiðir, skulu uppmerkjast væl, og skulu BERT brúkast til handikappakfør. Og øll starvsfólk skulu vita, hvussu tey skulu handfara ferðandi við handikappkorti.

Vit skulu í hesum sambandi eisini minnað á, at Føroya Løgting í 2009 skrivaði undir ST-sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Sáttmálin bannar øllum formi fyri mismuni vegna brek. Grein 9 snýr seg um atkomu í breiðastu merking, og sigur millum annað at: 

Til tess at fólk, ið bera brek, skulu kunna liva sjálvstøðugt og fullvegir vera við øllum lívsins viðurskiftum, skulu limalondini seta í verk hóskandi tiltøk til tess at tryggja fólki, ið bera brek, at tey eins væl og onnur sleppa inn í bygningar og fram at ymisligum umhvørvi, ferðamøguleikum, upplýsing og samskifti, kunningartøkni, samskiftistøkni og skipanum, og øðrum hentleikum og tænastum, sum tøkar eru og verða veittar almenningi, bæði í bý og á bygd. Hesar atgerðir, sum skulu fata um at eyðmerkja og beina fyri forðingum og hindri fyri atkomu, skulu galda fyri m.a.:

(a) bygningar, vegir, samferðslu og aðrar innan- og uttandura hentleikar, íroknað skúlar, hús, heilsu- og læknastøðir og arbeiðspláss.

Aftur
Stuðla Gerst limur