Lurta
05.10.2020

Ætlaðu broytingarnar í arbeiðsfremjandi tiltøkum stórt afturstig

Samgongan skal spara. Millum annað við at skerja lønina hjá fólki, ið eru sjúk ella bera brek. Eitt uppskot um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk er løgd í Tingið. Uppskotið hevur við sær, at fleiri av okkara limum fara at fáa eina munandi lægri løn, verður tað samtykt. 

Vit kunnu als ikki góðtaka ætlanirnar hjá samgonguni um, at fólk við skerdum arbeiðsførleika skulu niður í løn. Hetta er at leggja stein omaná byrðu hjá fólki, ið frammanundan hava tað fíggjarliga trupult. Harafturat er ætlanin eitt politiskt signal um, at fólk, ið eru sjúk ella bera brek, ikki hava sama virði sum onnur.

Endamálið við lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk er annars at stuðla undir eitt virkið arbeiðslív hjá borgarum, sum hava brek ella sjúku, sum ger tað trupult at vera á arbeiðsmarknaðinum undir vanligum treytum. Tillagað starv er eitt av amboðunum í lógini. Í tillagaðum starvi deila arbeiðsgevarin og tað almenna lønarkostnaðin, alt eftir hvussu metti arbeiðsførleikin er.

Sjálvsagt, at útreiðslurnar til arbeiðsfremjandi tiltøk vaksa

Samgongan vísir á, at útreiðslurnar til arbeiðsfremjandi tiltøk mugu tálmast, tí tær eru vaksnar ov nógv. Sjálvandi vaksa hesar útreiðslur! Fleiri, ið áður blivu fyritíðarpensioneraði, verða við lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk eggjaði til at blíva virkin á arbeiðsmarknaðinum í tann mun, tey megna tað. Útreiðslurnar til arbeiðsfremjandi tiltøk mugu síggjast í mun til, hvat annars hevði verið. Allar flestu ungu í dag blíva ikki pr automatik fyritíðarpensionerað, hóast tey hava eitt brek ella eina sjúku. Tey fara í eina tilgongd við arbeiðsbúgving, og hava sum onnur ung eitt ynski um eitt virki arbeiðslív, út frá egnum fortreytum. Í nógvum førum eydnast tað at fáa tillagað starv, sum bæði tey og arbeiðsplássini eru glað fyri. Hetta er ein gongd, ið Javni fegnast um, og sum bæði hevur persónligar og samfelagsligar batar við sær.

Rakar tey, ið hava mest niðursettan arbeiðsførleika

Sambært uppskotið til broyting í lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk skal hægst møguliga lønarískoyti lækkað úr 22.000 kr. um mánaðin niður á 19.900 kr. Hetta verður galdandi fyri tillagað størv, sum eru sett á stovn áðrenn 1. januar 2021.

Vit síggja í roknidømunum í lógaruppskotinum, at ætlaða broytingin hjá samgonguni fer at rakar tey harðast, sum eru mest skerd. Ein persónur, sum er mettur at hava 10% arbeiðsføri, og eina sáttmálaløn á 25.000 krónur um mánaðin, hevur sum er eina mánaðarløn á 24.500, og eftir broytingina eina mánaðarløn á 22.400 krónur. Hann missur sostatt heilar 2.100 krónur um mánaðin. Fleiri av okkara limum liggja sannlíkt nær hesum roknidøminum. Tey starvast oftast í størvum, har lønin er lág, t.d. sum hjálparfólk í matstovum, í handlum, sum hjálparfólk á dagstovnum, gera reint, ella loysa aðrar lættari uppgávur á virkjum og stovnum. 

Lógaruppskotið er eitt stórt afturstig

Afturat skerjingini fyri tey, sum longu eru í skipanini, so er ætlanin at broyta skipanina frá 1. januar 2021, soleiðis at rætturin til sáttmálaløn dettur burtur. Í staðin er ætlanin at seta eina skipan við lønarískoyti, ið verður regulerað eftir inntøkuni frá arbeiðsgevara. Henda skipan lækkar inntøkuna hjá fólki við skerdum arbeiðsførleika enn meira. Um vit taka sama dømið sum omanfyri, har sáttmálalønin er 25.000 krónur og arbeiðsføri 10%, so kemur løntakarin í tillagaðum starvi at fáa eina mánaðarløn á 20.852 krónur – ein lækking á heilar 3.648 krónur í mun til verandi skipan!

Dømi um persón í tillagaðum starvi, við sáttmálaløn á 25.000 og 10% arbeiðsføri:

  Verandi skipan Lógaruppskot
    Í vardum starvi innan 1. jan 2021

Í vart starv eftir 1. jan 2021

Løn frá arbeiðsgevara 10% 2.500 2.500 2.500
Lønarískoyti 22.000 19.900 18.552
40 % av (2.500-2.000)     -200
Mánaðarløn 24.500 22.400 20.852

 
Núverandi lógaruppskot er eitt stórt afturstig fyri okkara limir, og Javni kann als ikki góðtaka ætlaðu skerjingarnar. Umframt at gera fíggjarligu støðuna hjá hesum fólkunum munandi verri, so sendir hetta eisini eitt keðiligt politiskt signal um at fólk, sum bera brek ella eru sjúk, hava eitt lægri virði enn onnur. Meira virðiligt og samfelagsgagnligt hevði verið at styrkt og ment skipanina, soleiðis at arbeiðsmarknaðurin bleiv enn meira rúmligur og atkomuligur fyri tey, ið eru skerd av breki ella sjúku.

Hetta mugu tit gera betur!

Aftur
Stuðla Gerst limur