Lurta
26.10.2020

Familjuálmanakkin 2021

Familjuálmanakkin 2021 er komin. Hesa ferð er evnið miðnám og eftirskúli. Tær tólv vangamyndirnar eru ung, ið ganga ella hava gingið á serbreyt á miðnámi ella á eftirskúla. Kalendarin er prýðiligur, og harafturat praktiskur á tann hátt, at upp til fýra familjulimir kunnu eiga sína kolonnu at seta avtalur og merkisdagar í. Hann er soleiðis ein hent hjálp í familjuni.

GEVIÐ GÆTUR AT ÁLMANAKKIN Í ÁR IKKI VERÐUR SELDUR VIÐ DURÐASØLU VEGNA COVID 19.

Tað ber til at ogna sær álmanakkan hjá flestu Á og Samkeypshandlunum kring landið, og í bókhandlum. Eisini ber til at bíleggja hann á okkara nethandli, og fáa álmanakkan við postinum.

Vit vóna, at fólk fara at taka væl undir við álmanakkanum. Við at keypa álmanakkan hjá stuðlar tú Javna, felagnum hjá fólki við menningartarni og familjum teirra.

Aftur
Stuðla Gerst limur