Lurta
10.12.2020

Altjóða mannarættindadagur

Í dag, 10. desember, er altjóða mannarættindadagur. Á hesum degi fyri 72 árum síðan varð heimsyvirlýsingin hjá ST um mannarættindi samtykt. Heimurin hevði júst verið gjøgnum annan heimsbardaga, og nakrar av størstu ræðuleikunum í søguni hjá mannaættini. 

Nógvastaðni er veruleikin enn langt frá ásetingunum í mannarættindasáttmálanum, og grundleggjandi mannarættindi lítið vird. Vit hoyra næstan hvønn dag um kríggj, píning og forfylging av menniskjum. Í Føroyum uppliva vit tíbetur ikki slíkt, men hóast hetta er tað okkara skylda at gera okkara fyri at gera vart við og steðga slíkum ræðuleikum úti í heimi. Vit eiga støðugt at vísa á, at øll menniskju eru líka nógv verd, og hava rætt til eina virðiliga viðferð, og eitt virðiligt lív. Á hvørjum ári heitir Amnesty International á fólk um at tendra eitt ljós 10. desember, fyri at gera vart við mannarættindi.

Hóast vit liva í einum friðaligum landi, so verður eisini hugt eftir støðuni í Føroyum. Við jøvnum millumbilum skal Landsstýrið lata inn yvirskipaða frágreiðing um mannarættindastøðuna. Frágreiðing verður skrivað við støði í eini almennari hoyringstilgongd, við virknari luttøku frá sivilsamfelagnum. Borgarar, áhugafeløg og onnur fáa høvi at koma við síni meting av, hvussu mannarættindastøðan er, og meta um tær avbjóðingar, ið standa fyri framman. Tað, sum verður latið inn undir hoyringini, verður nýtt sum íkast til føroyska partin av frágreiðingini, ið verður latin ST.

Í vikuni lat Javni hoyringsskriv til Føroya Landsstýri, har vit vísa á nøkur viðurskifti, sum vit halda eiga at betrast í Føroyum. 

Tað fyrsta, vit hava valt at gera vart við eru bústaðarviðurskiftini hjá fólki við menningartarni. Hesi eru alt annað enn nøktandi. Fleiri vardir bústaðir eru niðurslitnir, ótíðarhóskandi, og ikki nøktandi til tann tørv, ið búfólkini hava. Bíðilistin eftir vardum bústaði er harafturat sera langur. Vit heita á Landsstýrið um at fara undir miðvísa ætlan fyri at betra bústaðirnar og fáa bíðilistan burtur.

Eisini hava vit gjørt vart við, at allir borgarar ikki hava somu atgongd til samskiftisamboð og frálæru í samskifti. Sera lítið verður gjørt av føroyskum læru- og frálærutilfari til teirra, ið hava tørv á serligum tilfari. Hetta ger, at allir borgarar í Føroyum ikki hava sama møguleika at læra at samskifta. At øll ikki hava møguleika at fáa eina rødd er bæði eitt brot á persónlig mannarættindi, og ein fólkaræðisligur trupuleiki. Vit hava heitt á Landsstýrið um at tryggja rættin til amboð og vitan at samskifta, og at virka fyri at seta ein samskiftisdepil í verk, so frálæra verður lætt atkomulig hjá teimum, ið hava tørv á tí.

Eitt annað, vit hava gjørt vart við er, at øll í Føroyum framhaldandi ikki hava møguleika til víðari útbúgving. Hóast stór framstig eru hend seinastu árini á hesum øki, eitt nú við serbreyt á miðnámsskúlunum, so eru vit ikki komin á mál. Framhaldandi eru tað ung við menningartarni, ið ikki fáa møguleika fyri útbúgving eftir fólkaskúlan. Ongar skipanir eru við víðari útbúgving eftir miðnám, ella við serliga skipaðum læruplássum. Vit mæla til at Landsstýrið víðkar hetta økið, soleiðis at øll fáa møguleika at útbúgva seg.

Eitt, ið er sera ørðkymlandi hjá okkara limum er, at tey mugu venda sær til alskyns mynduleikar fyri at fáa neyðuga hjálp. Samskipan av tænastum til fólk við serligum avbjóðingum er framhaldandi ikki nøktandi. Hetta ger lívsgóðskuna verri, og ger umsitingina dýrari. Eisini tryggjar hetta ikki, at fólk fáa neyðugu hjálpina. Tí tey, ið ikki hava orku til at venda sær til ymsu støðini, kunnu – í ringasta føri – enda við ikki at fáa neyðugu tænasturnar. Vit hava - enn einaferð - heitt á Landsstýrið um at skipa hetta soleiðis, at borgarar hava eitt stað at venda sær til, ið samskipar tænasturnar teirra vegna. 

Ongar lógir ella skipanir tryggja, at fólk, ið bera brek fáa nøktandi hjálp í heiminum, tá verkfall er. Heldur ikki verður tryggjað, at børn, ið hava tørv á stuðli í skúlanum, ikki verða harðari rakt av verkfalli enn onnur børn. Dømi eru um, at børn, ið hava tørv á stuðli í skúlanum, ikki eru sloppin í skúla, hóast øll hini børnini eru í skúla. Vit hava heitt á Landsstýrið um at virka fyri, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum gera semju um at seta í verk skipanir, ið tryggja lív, heilsu og persónligu menningina hjá teimum, ið bera brek. Hetta inniber millum annað, at heimið ikki verður rakt, og at børn og ung, ið bera brek, og ganga í skúla, ikki verða harðari rakt enn øll onnur børn.

Vit ynskja øllum ein góðan mannarættindadag.

Aftur
Stuðla Gerst limur